Fróðskaparrit - 01.01.1957, Page 9

Fróðskaparrit - 01.01.1957, Page 9
Eitt sindur um sukursjúkuna í Føroyum 15 kunnu verða bakaðir 3 drýlar. Berg skrivar: «Da nu 'A skæppe bygmel kan antages at veje c. 2ljz pund, vil '/2 brød kun veje c. ‘/2 pund». t. e. 250 gram. Hann er bak* aður av o. u. 219 g av mjøli. Tí eftir frágreiðing Bergs kunnu verða bakað 8 pund av drýli úr 7 pundum av mjøli. Aftur at drýlinum mundu tey ivaleyst fáa eitt sind* ur, men ógviliga lítið, av aðrari kolvætu í greyti og tunn* ari mjølsúpan, sum varð sopin ella drukkin 1—2 ferðir um dagin. Har afturat í hoyna og um høgtíðir tumrna* tjúkkar rugkøkur, og um heystið kókaðar røtur (turnips). Landt hevur eitt lítið petti um epli, og vit síggja av tí, at eplavelting var ikki vanlig í hansara tíð. Tøl eru eingi, men vit fara neyvan skeivt, tá ið vit siga, at epli tá høvdu lítið at týða í føroyska húsarhaldinum. Hetta hóskar væl við tað ið Svabo skrivar í 1781—82, 10 ár áðrenn Landt varð prestur í Føroyum. Eftir Bergs bók fekk hvørt fólk — vaksin eins og smá* børn — í árunum 1858—60 161 pund av drýli yvirhøvur um árið; og tað samsvarar við 220 g um dagin, ella 192 g av mjøli. Fólkatalið var hin 1. okt. 1860 892213. Tøl Bergs (220, 192) eru so at siga heldur smærri enn Landts (250, 219); men munurin er lítil, og ikki er at gloyma. at útrokning Landts er bert fyri vaksin. Tøl Bergs vísa aftur* ímóti drýla* og mjølnøgdina hjá øllum íbúgvunum o. u. 70 ár seinni. Tað er orsøk til at halda, at drýlanøgdin yvirhøvur veruliga var størri í seinna tíðarbilinum enn í tí fyrra. Berg sigur okkum m. a. alla kornnøgdina, sum nýtt verður í Føroyum hvørt ár yvirhøvur í tíðini 1858— 1860. Nærum fjórðungurin varð veltur her. Hann tykist ikki hava tikið sáðkornið frá; tí verður ein lítil villa, sum ger tað, at drýla* og mjølnøgdin (220, 192) verður í hægra lagi. — Men henda villa javnast aftur við tað, at Berg hev=> ur sett vektina á føroyskum drýli heldur høgt til «ca. '/2 pund», sum her er roknað til 250 g. Aftur at Bergs tølum mugu vit taka eitt kolvætumikið føðievni, sum var nærum ókent á Landts døgum: eplini.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.