Fróðskaparrit - 01.01.1957, Side 48
54
Um at nýta dýr til at vita um kvinna er við barn
gav eina bláæðrainnspræning við landi frá barnaðari
kvinnu og fekk eggloysing. Seinri, tá ið hann legði fram
úrslit av einum bólki av royndum (Friedman og Lapham
1931), gav hann fyriskipanir, sum nú verða nýttar uttan
tað, at hann nýtti búgvin kvenndýr. Tá ið hetta verður
gjørt, verður positivt úrslit bert fingið, tá blóðugar eggs
bløðrur ella guliknyklar (gulikroppar) eru komin upp í
eggbøllunum. Urslitið av hesi roynd verður vanliga lisið
48 tímar eftir innspræning, hóast positivt úrslit í summum
førum er fingið eftir styttri tíð. Síðan hesin royndarháttur
kom upp, hava nógvir, sum hava nýtt hann, ásannað, at
hann er virðismikil (Cowie 1948), men av og á hevur
hann kortini givið følsk úrslit. Oftast verða ungar kanin*
ur nýttar í teirri vón at byrgja fyri at eggloysing framdist
sjálv. Ymis uppskot hava verið gjørd um at broyta starvs=
lagið, men einki av teimum hevur verið væl umtókt,
heldur ikki uppskotið hjá Beohm (1941), sum setti eitt
snarlás inn í búkveggin, soleiðis at gjørligt var at kanna
eggbøllin, tá ið ein vildi!
Eingi starvsløg nýtandi súgdýr hava verið nógv nýtt
uttan tey, sum longu eru nevnd. Men við froskdýrum
royndi Bellerby í 1933 at gera hóskandi eggloysingar*
roynd við froski (Rana temporaria) á tann hátt, at hann
sprændi gonadotrophin inn í kvenndýr. Hóast eggloysing
fekst í lag, fór eggið bert inn í búkrúmið og ikki út úr
dýrinum. Noble og Aronson (1942, 1943), sum nýttu annað
froskslag (Rana pipiens) nær skylt við tað, sum áður er
nevnt, vístu, at aftan á eggloysing varð eggið bert rikið
út í vatnið, tá ið kalldýrið við makingarfevning kroysti
kvenndýrið. Líkt er til, at hetta er lagið hjá øllum djóra*
sløgum, har makingarfevningin leggur seg at undir bøg*
unum.
Men Bellerby gjørdi royndir við kvenndýri hjá kló*
froski (Xenopus laevis), har makingarfevningin leggur seg
at í lærkrikunum og tí ongan mun ger til at reka eggið
úr búkrúminum. Hogben og starvsfelagar hansara (1931)