Fróðskaparrit - 01.01.1957, Síða 48

Fróðskaparrit - 01.01.1957, Síða 48
54 Um at nýta dýr til at vita um kvinna er við barn gav eina bláæðrainnspræning við landi frá barnaðari kvinnu og fekk eggloysing. Seinri, tá ið hann legði fram úrslit av einum bólki av royndum (Friedman og Lapham 1931), gav hann fyriskipanir, sum nú verða nýttar uttan tað, at hann nýtti búgvin kvenndýr. Tá ið hetta verður gjørt, verður positivt úrslit bert fingið, tá blóðugar eggs bløðrur ella guliknyklar (gulikroppar) eru komin upp í eggbøllunum. Urslitið av hesi roynd verður vanliga lisið 48 tímar eftir innspræning, hóast positivt úrslit í summum førum er fingið eftir styttri tíð. Síðan hesin royndarháttur kom upp, hava nógvir, sum hava nýtt hann, ásannað, at hann er virðismikil (Cowie 1948), men av og á hevur hann kortini givið følsk úrslit. Oftast verða ungar kanin* ur nýttar í teirri vón at byrgja fyri at eggloysing framdist sjálv. Ymis uppskot hava verið gjørd um at broyta starvs= lagið, men einki av teimum hevur verið væl umtókt, heldur ikki uppskotið hjá Beohm (1941), sum setti eitt snarlás inn í búkveggin, soleiðis at gjørligt var at kanna eggbøllin, tá ið ein vildi! Eingi starvsløg nýtandi súgdýr hava verið nógv nýtt uttan tey, sum longu eru nevnd. Men við froskdýrum royndi Bellerby í 1933 at gera hóskandi eggloysingar* roynd við froski (Rana temporaria) á tann hátt, at hann sprændi gonadotrophin inn í kvenndýr. Hóast eggloysing fekst í lag, fór eggið bert inn í búkrúmið og ikki út úr dýrinum. Noble og Aronson (1942, 1943), sum nýttu annað froskslag (Rana pipiens) nær skylt við tað, sum áður er nevnt, vístu, at aftan á eggloysing varð eggið bert rikið út í vatnið, tá ið kalldýrið við makingarfevning kroysti kvenndýrið. Líkt er til, at hetta er lagið hjá øllum djóra* sløgum, har makingarfevningin leggur seg at undir bøg* unum. Men Bellerby gjørdi royndir við kvenndýri hjá kló* froski (Xenopus laevis), har makingarfevningin leggur seg at í lærkrikunum og tí ongan mun ger til at reka eggið úr búkrúminum. Hogben og starvsfelagar hansara (1931)
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.