Fróðskaparrit - 01.01.1957, Page 50

Fróðskaparrit - 01.01.1957, Page 50
56 Um at nýta dýr til at vita um kvinna er við barn hátt við paddusløgum úr teirra egna landi, soleiðis at royndir hava verið gjørdar við einum hópi av ymiskum sløgum. Starvslagið hevur eisini verið nýtt til Xenopus laevisskalldýr og til onnur frosksløg, tó at sagt hevur verið (Bach og Szmuk 1949 við Rana esculenta, Samson 1950 við Rana pipiens), at árstíðin hevur stóra ávirkan á viðkvæmni hjá summum av hesum sløgum. Serleikan í hesi roynd hava Houssay (1947 a), Casas, Belizan og Staffieri (1947) kannað. Við Bufo arenarum fekkst einki andsvar, hvørki tá ið teir sprændu inn testo* steron, oestrogen, progesteron, desoxycorticosteron, tyra* min, adrenalin, yohimbin, ascorbinsýru ella ormaeitur. Við Bufo viridis hevur Halam (1953) sýnt, at andsvar fekkst einki, hvørki tá ið carbacholin, adrenalin, noradrenalin ella thyroxin varð sprænt inn. Kortini hevur av og á fingist andsvar, tá ið hann sprændi inn ovurnøgd av haemato* porphyrin, sum í sjálvum sær birtir upp undir saðilkertub in. Men hetta var bert í makingartíðini. Víst hevur verið á (Robbins og Parker 1949, Hinglais og Hinglais 1949), at hjá froski fæst sáð at seta úr eistunum eftir innspræn* ing við adrenalini. So er ikki hjá paddu. Støðið undir tí eyðsýnda gonadotrophinandsvarinum, sum nógv dýr geva eftir innspræning við landi frá kvinnu, sum er við barn, er tann stóra nøgd av gonadotro* phini, ið tá verður til í eftirburðinum (placenta) hjá fólki (eins og hjá øðrum Primatum). Gonadotrophin fer inn í blóðið, kemur síðan í landið. Men tað er bert fyrstu tíð* ina, eftir at kvinna er vorðin við barn, at toluliga nógv er til av tí (1. mynd). Hesin vøksturin kann taka dik á seg onkuntíð í trimum ella fýra fyrstu vikunum, eftir at mánasjúkan er burtur fyrstu ferð, men ógvuliga ójavnt er, hvussu stórur vøksturin verður. Er tí roynd, sum verður gjørd stutt eftir tað, at mánasjúkan átti at vera komin, úrslita* leys, eigur nýggj roynd at verða gjørd nakrar fáar vikur seinri. Er gonadotrophinúrskiljingin aftur minkað, gevur royndin ikki altíð positivt úrslit, bert av tí at nú er ikki nóg
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.