Fróðskaparrit - 01.01.1957, Síða 50
56
Um at nýta dýr til at vita um kvinna er við barn
hátt við paddusløgum úr teirra egna landi, soleiðis at
royndir hava verið gjørdar við einum hópi av ymiskum
sløgum. Starvslagið hevur eisini verið nýtt til Xenopus
laevisskalldýr og til onnur frosksløg, tó at sagt hevur
verið (Bach og Szmuk 1949 við Rana esculenta, Samson
1950 við Rana pipiens), at árstíðin hevur stóra ávirkan á
viðkvæmni hjá summum av hesum sløgum.
Serleikan í hesi roynd hava Houssay (1947 a), Casas,
Belizan og Staffieri (1947) kannað. Við Bufo arenarum
fekkst einki andsvar, hvørki tá ið teir sprændu inn testo*
steron, oestrogen, progesteron, desoxycorticosteron, tyra*
min, adrenalin, yohimbin, ascorbinsýru ella ormaeitur. Við
Bufo viridis hevur Halam (1953) sýnt, at andsvar fekkst
einki, hvørki tá ið carbacholin, adrenalin, noradrenalin ella
thyroxin varð sprænt inn. Kortini hevur av og á fingist
andsvar, tá ið hann sprændi inn ovurnøgd av haemato*
porphyrin, sum í sjálvum sær birtir upp undir saðilkertub
in. Men hetta var bert í makingartíðini. Víst hevur verið
á (Robbins og Parker 1949, Hinglais og Hinglais 1949),
at hjá froski fæst sáð at seta úr eistunum eftir innspræn*
ing við adrenalini. So er ikki hjá paddu.
Støðið undir tí eyðsýnda gonadotrophinandsvarinum,
sum nógv dýr geva eftir innspræning við landi frá kvinnu,
sum er við barn, er tann stóra nøgd av gonadotro*
phini, ið tá verður til í eftirburðinum (placenta) hjá fólki
(eins og hjá øðrum Primatum). Gonadotrophin fer inn í
blóðið, kemur síðan í landið. Men tað er bert fyrstu tíð*
ina, eftir at kvinna er vorðin við barn, at toluliga nógv
er til av tí (1. mynd). Hesin vøksturin kann taka dik á
seg onkuntíð í trimum ella fýra fyrstu vikunum, eftir at
mánasjúkan er burtur fyrstu ferð, men ógvuliga ójavnt er,
hvussu stórur vøksturin verður. Er tí roynd, sum verður
gjørd stutt eftir tað, at mánasjúkan átti at vera komin, úrslita*
leys, eigur nýggj roynd at verða gjørd nakrar fáar vikur seinri.
Er gonadotrophinúrskiljingin aftur minkað, gevur royndin
ikki altíð positivt úrslit, bert av tí at nú er ikki nóg