Fróðskaparrit - 01.01.1957, Page 65

Fróðskaparrit - 01.01.1957, Page 65
Yvirlit yvir innskotin grótsløg í Føroyum 71 Fram við strondini úr Tjørnunesi eystur í Myrkugjógv sæst innskotið blágrýti og gosmyrja í berginum. Undir ovaru basaltfláunum er gosmyrjan ósløtt. Tjørnunes er innskotið blágrýti alt sum tað er, ovast og sunnast á nes* inum er gosmyrja omaná. Tað sæst at innskotið her hev* ur skorið seg tvørtur gjøgnum kolalindina, hetta sæst væl bæði vestan fyri og eystan fyri nesið, har kolalindin fer í sjógv. Beint norðan fyri Myrkugjógv gongur gosmyrjan næstan í sjóvarmálan, men hon hækkar suður á aftur. Strondin inni á Lónini og hólmarnir við eru innskotið blágrýti. í Akraskor, norðantil á Lónini, skifta innskot og gosmyrja uppeftir. í Hvannhaga røkkur innskotið manga* staðni um alt lendið frá strondini upp undir gosmyrjuna; stundum fer tað upp í gjøgnum hana, heilt upp í ovaru basaltfláirnar, t. d. eystan fyri Gásagjógv. Dysjarnar, uppi í Hvannhaga, eru ikki innskotnar, tær eru grótválir, sum omanruddir eru úr ovaru basaltfláunum. Hóast urð er eystur við landinum, ber væl til at eygleiða innskot og gosmyrju, til tey fara í sjógv beint eystan fyri Ribbings= múla. Sum áður sagt frá, nevnir Forchhammer (1824), at kolið í Hvannhaga er órógvað — lyft upp — av innskotn* um blágrýti, tí tað eftir strokinum at døma ikki eigur at vera har. Hetta sæst sunnantil í Hvannhaga, har niðaru basaltfláirnar koma undan (3. mynd), á Stapanum (4. mynd) og inni á Lónini. Miðskeiðis millum Stapan og Todnes, stutt upp frá sjónum, sæst ein 8—10 m tjúkk lind av sand* grýti (basaltsandgrýti); hon er einar 30 m til longdar, stendur upp eftir enda, lokað í innskotið blágrýti. Norðantil í Trongisvági sæst gosmyrja í gilum og áum vestan úr Myllá eystur móti Ranndalsá. í gomlum kola* holi við Myllá er innskotið blágrýti í takinum, eisini er tað undir gosmyrjuni í Bláfossi og vestan fyri Myllá. Eyst* ur eftir sæst tað í gomlum kolaholi í Øxlini, í lendinum uttanum og í støðum allan vegin út til Froðbiar. Sunnan* til á Trongisvági sæst innskotið blágrýti í teimum gomlu kolaholunum í Oyrnafjalli og í lendinum eystanfyri.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.