Fróðskaparrit - 01.01.1957, Síða 65
Yvirlit yvir innskotin grótsløg í Føroyum
71
Fram við strondini úr Tjørnunesi eystur í Myrkugjógv
sæst innskotið blágrýti og gosmyrja í berginum. Undir
ovaru basaltfláunum er gosmyrjan ósløtt. Tjørnunes er
innskotið blágrýti alt sum tað er, ovast og sunnast á nes*
inum er gosmyrja omaná. Tað sæst at innskotið her hev*
ur skorið seg tvørtur gjøgnum kolalindina, hetta sæst væl
bæði vestan fyri og eystan fyri nesið, har kolalindin fer í
sjógv. Beint norðan fyri Myrkugjógv gongur gosmyrjan
næstan í sjóvarmálan, men hon hækkar suður á aftur.
Strondin inni á Lónini og hólmarnir við eru innskotið
blágrýti. í Akraskor, norðantil á Lónini, skifta innskot og
gosmyrja uppeftir. í Hvannhaga røkkur innskotið manga*
staðni um alt lendið frá strondini upp undir gosmyrjuna;
stundum fer tað upp í gjøgnum hana, heilt upp í ovaru
basaltfláirnar, t. d. eystan fyri Gásagjógv. Dysjarnar, uppi
í Hvannhaga, eru ikki innskotnar, tær eru grótválir, sum
omanruddir eru úr ovaru basaltfláunum. Hóast urð er
eystur við landinum, ber væl til at eygleiða innskot og
gosmyrju, til tey fara í sjógv beint eystan fyri Ribbings=
múla. Sum áður sagt frá, nevnir Forchhammer (1824), at
kolið í Hvannhaga er órógvað — lyft upp — av innskotn*
um blágrýti, tí tað eftir strokinum at døma ikki eigur at
vera har. Hetta sæst sunnantil í Hvannhaga, har niðaru
basaltfláirnar koma undan (3. mynd), á Stapanum (4. mynd)
og inni á Lónini. Miðskeiðis millum Stapan og Todnes,
stutt upp frá sjónum, sæst ein 8—10 m tjúkk lind av sand*
grýti (basaltsandgrýti); hon er einar 30 m til longdar,
stendur upp eftir enda, lokað í innskotið blágrýti.
Norðantil í Trongisvági sæst gosmyrja í gilum og áum
vestan úr Myllá eystur móti Ranndalsá. í gomlum kola*
holi við Myllá er innskotið blágrýti í takinum, eisini er
tað undir gosmyrjuni í Bláfossi og vestan fyri Myllá. Eyst*
ur eftir sæst tað í gomlum kolaholi í Øxlini, í lendinum
uttanum og í støðum allan vegin út til Froðbiar. Sunnan*
til á Trongisvági sæst innskotið blágrýti í teimum gomlu
kolaholunum í Oyrnafjalli og í lendinum eystanfyri.