Fróðskaparrit - 01.01.1957, Side 68
74
Yvirlit yvir innskotin grótsløg í Føroyum
undir fossinum og út móti Alkukletti óregluligt innskotið
blágrýti við storri og smærri innilokaðum bøklum av leiri
og gosmyrju. Oman á innskotinum sæst uppi í ánni gos*
myrja og oman á henni aftur ovaru basaltfláirnar. I Akra*
nesi er ein tvørgrýtisgong, hon sæst aftur inni á landi.
Hon er um leið 1,5 m breið og strýkur í eysturhallan
norðan. Tvørstabbarnir eru ikki so skilliga framkomnir,
samankomingin er ótýðulig við lítið sjónligum hitaárini,
og munurin á grótslagnuin í miðari gongini og úti við
samankomingina er lítil. Henda gongin er tí lík gongini
norðantil á Hvalbiarfirði. Sunnan fyri Álkuklett fer ovasti
hamarin av niðaru basaltfláunum í sjógv, oman á honum
er kolalindin. í Bíggjarurð er alt bergið millum kolalind«
ina og ovaru basaltfláirnar gosmyrja og innskotið blágrýti.
Gásadalur er vallaður; tjúkk mórena liggur um allan dalin,
so har eru eingi líkindi til at kanna hesi viðurskifti meira
gjølla. Við Rættargarð og uttari kemur kolalindin aftur,
og í gilum og á rákarløgum vestureftir — í Spenngilinum,
í Gilinum heiman fyri Steinin bratta, undir Garðslag, undir
Mannssetri heimara, í Gilinum millum Mannssetur, undir
Mannssetri uttara, í Gilinum í lopinum, í Skrápsgilinum
og sunnan fyri Gilið í dýpinum — sæst gosmyrja og inn<
skotið blágrýti í og oman á kolalindini sum mangastaðni
er órógvað.
Tilfarið í tí óregluliga innskotinum í Suðuroy er reiðu*
liga líkt tí í Vágum. Eisini er tað líkt tilfarinum í gong*
ini millum Hamranes og Hvítanes og tilfarinum í gongini
í Akranesi. Tað er ofta heldur grovligt blágrýti við sjón*
ligum olivintinnum.
2. Syllar. Syllar eru mangastaðni Føroyum so eyðkend*
ar og so sjónskar, at tú verður varur við tær beinan vegin
tú kemur fram á tær. Tað er tí einki at undrast á at fólk
longu tíðliga í tíðini hava lagt til merkis, at her var okk*
urt, ið veik frá landslagnum, tey vóru von við. Gullheyggj*
ur í Fugloy og mong onnur staðanøvn siga frá, at tey