Fróðskaparrit - 01.01.1957, Page 68

Fróðskaparrit - 01.01.1957, Page 68
74 Yvirlit yvir innskotin grótsløg í Føroyum undir fossinum og út móti Alkukletti óregluligt innskotið blágrýti við storri og smærri innilokaðum bøklum av leiri og gosmyrju. Oman á innskotinum sæst uppi í ánni gos* myrja og oman á henni aftur ovaru basaltfláirnar. I Akra* nesi er ein tvørgrýtisgong, hon sæst aftur inni á landi. Hon er um leið 1,5 m breið og strýkur í eysturhallan norðan. Tvørstabbarnir eru ikki so skilliga framkomnir, samankomingin er ótýðulig við lítið sjónligum hitaárini, og munurin á grótslagnuin í miðari gongini og úti við samankomingina er lítil. Henda gongin er tí lík gongini norðantil á Hvalbiarfirði. Sunnan fyri Álkuklett fer ovasti hamarin av niðaru basaltfláunum í sjógv, oman á honum er kolalindin. í Bíggjarurð er alt bergið millum kolalind« ina og ovaru basaltfláirnar gosmyrja og innskotið blágrýti. Gásadalur er vallaður; tjúkk mórena liggur um allan dalin, so har eru eingi líkindi til at kanna hesi viðurskifti meira gjølla. Við Rættargarð og uttari kemur kolalindin aftur, og í gilum og á rákarløgum vestureftir — í Spenngilinum, í Gilinum heiman fyri Steinin bratta, undir Garðslag, undir Mannssetri heimara, í Gilinum millum Mannssetur, undir Mannssetri uttara, í Gilinum í lopinum, í Skrápsgilinum og sunnan fyri Gilið í dýpinum — sæst gosmyrja og inn< skotið blágrýti í og oman á kolalindini sum mangastaðni er órógvað. Tilfarið í tí óregluliga innskotinum í Suðuroy er reiðu* liga líkt tí í Vágum. Eisini er tað líkt tilfarinum í gong* ini millum Hamranes og Hvítanes og tilfarinum í gongini í Akranesi. Tað er ofta heldur grovligt blágrýti við sjón* ligum olivintinnum. 2. Syllar. Syllar eru mangastaðni Føroyum so eyðkend* ar og so sjónskar, at tú verður varur við tær beinan vegin tú kemur fram á tær. Tað er tí einki at undrast á at fólk longu tíðliga í tíðini hava lagt til merkis, at her var okk* urt, ið veik frá landslagnum, tey vóru von við. Gullheyggj* ur í Fugloy og mong onnur staðanøvn siga frá, at tey
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.