Fróðskaparrit - 01.01.1961, Síða 7
Fronsk orð komin úr Føroyum
13
hend aftan á 1670 (Tarnovius 1660—69 hevur Æder sum
eintal1), kann ei neyvan vera føroyskt, sum hevur æ > æa
(uttan fyri Suðuroyarmál), t. d. Eáva hjá Svabo (1781—82).
Tað er helst komið úr íslendskum onkursvegna. Men hetta
forðar sjálvsagt ikki fyri at Rasmussen ella Debes hava sent
orðið til Worm.
Tað er møguligt, at Worm eisini hevur tað aðrastaðni frá.
Hansara frásøgn tykist at vísa, at hann veit æðan er til eisini í
øðrum norðurlondum enn í Føroyum. Kanska hevur tann mað*
urin, ið hevur sagt honum frá hesum, eisini nýtt orðið eidev.
Hetta vita vit ikki. Víst er bara, at orðið frá Worm er
komið inn í fuglafrøðina, og haðan inn í franskt.
Tað er ilt at siga, hvussu sambandið er millum eider hjá
Worm, í fuglafrøðini og í fronskum, og eider= í týskum,
hálendskum og kanska eingilskum.
Ein grindahvalur eitur á fronskum, umframt epaulard a
tete ronde ’bóghvítuhvalur við rundum høvdi’, eisini globi'*
cephale grinde. Hetta navnið er væl nýggjari enn imbrim
og eider; Lesson (1828), sum innførdi globicephale (’hin
rundhøvduti’) sum slektarnavn, hevði conducteur (’leiðarin’)
sum slagnavn á grindahvalinum. Um tað er komið bein»
leiðis úr føroyskum, ella um tað er lánt úr einum máli, ið
hevur lánt tað úr føroyskum, tori eg ikki at siga.
Onnur orð sýnist franskt ikki at hava fingið úr Føroyum.
Tvey fuglanøvn eru lánt til onnur ikkúnorrøn mál, men
ikki til franskt. Orðið sula ’súla’ varð síðan Højer<Clusius
(1605) nýtt í latíni (nú Morus bassanus), men á fronskum
eitur súlan fou ’býttlingur’. Orðið skua ’skú(g)vur’ er lánt
úr føroyskum gjøgnum Højer»Clusius til eingilskt og eisini
til latín, har sum tað verður nýtt sum slagnavn (Stercorarius
skua, men eisini Stercorarius catarractes); á fronskum eitur
skúgvurin stercoraire catarracte, eldri eisini labbe.
■) Sbr. Hamre í Tarnovius>útgávuni, bls. 98.