Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 13
Serumcholesterolnøgdin hjá Føroyingum
19
helst í Kaukasus, vóru at siga mong fólk í aldrinum 140
— 150 ár. Eg havi hitt ein russiskan lækna, ið hevur sæð
og tosað við nøkur av hesum fólkum, og hann var iva=
leysur í, at skrásetingin av barnburðunum var í besta lagi
og álítandi. Hetta eru bygdafólk, ið m. a. høvdu stórt bý*
fluguhald, og hunangurin var ein megintátturin í dagliga
mati teirra (Gele Royal); hetta komi eg aftur til.
Rumenski læknin, kvinnan dr. Anna Aslan3 hevur í seinnu
árunum fleiri ferðir verið umrødd í dagbløðunum, av tí at
hon sigst at hava funnið fram á eitt evni, ið byrgja kundi
fyri ellisbroytingum, ella, um tær longu vóru komnar, fáa
tær at hvørva aftur. Mótsett øðrum hevur dr. Aslan fyri
nøkrum árum síðan lagt fram tilfar á ellifrøðifundi í Nancy.
Grannskarar í vesturheimi vóru í iva um arbeiðið, hon
legði fram; men heitt varð á fundarmenn at eftirkanna
royndir hennara. Tann tilbúning, ið dr. Aslan nýtti, nevnir
hon H»3. Hetta er væl kend evnissambinding nevnd procain»
hydrochlorid, sum verður nýtt eitt nú til staðbundna doyv*
ing. Hon er heilt meinaleys. Tilbúningurin er royndur í
De Gamles By í Keypmannahavn, men hevði als onga
ávirkan. Viðvíkjandi tilbúninginum Gele Royal, sum nevnd*
ur er omanfyri, so eru í Iøtuni lýsingar um hann um allan
heim, tú finnur valla tað blað ella vikublað, at hann er
ikki nevndur í tí. Lýsararnir taka fram, at tilbúningurin
hevur í sær lívsyngjandi evni. Eisini hendan tilbúning hava
vit givið einum bólki av sjúklingum í De Gamles By í
Keypmannahavn, men hava ikki sæð nakað árin.
Eg haldi, at vit kunna siga við vissu, at fólkið í teimum
sonevndu vælferðarríkjunum í vesturheimi liva í so væl
vardum umstøðum, at sleppur tann einstaki undan at látast
av vanlukku, smittusjúku e. t., hevur hann ella hon mestu
Iíkindi til at náa hægsta aldri, og hesin aldur man, tað eg
dugi at meta um, neyvan koma upp um 110 ár. Sjálvur
haldi eg ikki, at mannaættin frá fyrstu tíð og til nú hevur
broytst á tann hátt, at teir einstaklingar, sum liva í dag,
hava vissar eginleikar, ið gera teir skikkaðar til at náa hægri