Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 13

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 13
Serumcholesterolnøgdin hjá Føroyingum 19 helst í Kaukasus, vóru at siga mong fólk í aldrinum 140 — 150 ár. Eg havi hitt ein russiskan lækna, ið hevur sæð og tosað við nøkur av hesum fólkum, og hann var iva= leysur í, at skrásetingin av barnburðunum var í besta lagi og álítandi. Hetta eru bygdafólk, ið m. a. høvdu stórt bý* fluguhald, og hunangurin var ein megintátturin í dagliga mati teirra (Gele Royal); hetta komi eg aftur til. Rumenski læknin, kvinnan dr. Anna Aslan3 hevur í seinnu árunum fleiri ferðir verið umrødd í dagbløðunum, av tí at hon sigst at hava funnið fram á eitt evni, ið byrgja kundi fyri ellisbroytingum, ella, um tær longu vóru komnar, fáa tær at hvørva aftur. Mótsett øðrum hevur dr. Aslan fyri nøkrum árum síðan lagt fram tilfar á ellifrøðifundi í Nancy. Grannskarar í vesturheimi vóru í iva um arbeiðið, hon legði fram; men heitt varð á fundarmenn at eftirkanna royndir hennara. Tann tilbúning, ið dr. Aslan nýtti, nevnir hon H»3. Hetta er væl kend evnissambinding nevnd procain» hydrochlorid, sum verður nýtt eitt nú til staðbundna doyv* ing. Hon er heilt meinaleys. Tilbúningurin er royndur í De Gamles By í Keypmannahavn, men hevði als onga ávirkan. Viðvíkjandi tilbúninginum Gele Royal, sum nevnd* ur er omanfyri, so eru í Iøtuni lýsingar um hann um allan heim, tú finnur valla tað blað ella vikublað, at hann er ikki nevndur í tí. Lýsararnir taka fram, at tilbúningurin hevur í sær lívsyngjandi evni. Eisini hendan tilbúning hava vit givið einum bólki av sjúklingum í De Gamles By í Keypmannahavn, men hava ikki sæð nakað árin. Eg haldi, at vit kunna siga við vissu, at fólkið í teimum sonevndu vælferðarríkjunum í vesturheimi liva í so væl vardum umstøðum, at sleppur tann einstaki undan at látast av vanlukku, smittusjúku e. t., hevur hann ella hon mestu Iíkindi til at náa hægsta aldri, og hesin aldur man, tað eg dugi at meta um, neyvan koma upp um 110 ár. Sjálvur haldi eg ikki, at mannaættin frá fyrstu tíð og til nú hevur broytst á tann hátt, at teir einstaklingar, sum liva í dag, hava vissar eginleikar, ið gera teir skikkaðar til at náa hægri
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.