Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 14

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 14
20 Serumcholesterolnøgdin hjá Føroyingum háaldri enn forfedrarnir. Einstøku menniskjurnar eru uttan iva óbroyttar upp ígjøgnum tíðirnar, og bert umstøðurnar og ættarbregði geva líkindi til hækkandi livialdur og tað fyribrygdið, at vit hitta upp á seg nógv fólk uppi við tann aldur, ið vit mugu siga er hámarksaldur manns. Eg haldi tí ikki, at vit við rannsóknunum av ellismonnum skulu hugsa um at kunna leingja lívið út um nevnda mark. Eg hugsi, tað er klókt at gera sær greitt, at menniskjan verður borin í heim, veksur, búnast, eldist og doyr. Hetta er royndur lutur og vikast ikki; men tað er eins og menn* iskjan vil ikki rættiliga geva seg undir hann. Menniskjan hevur lyndi til at droyma um at liva ævinliga og vera æviga ung her á foldum. Tó at nakað gott er við hvørjum aldri, kennir tú teg aldri heilt sannførdan, tá ið fólk oman« fyri ein vissan aldur siga tað, — og mong gomul fólk í nútíðar samfelaginum eru beisk og ónøgd. Hin einstaka menniskjan man bera í brósti ynski um, at menningin steðgaði, tá ið hon var komin at 35—45 árum, kann henda eitt sindur eldri hjá mannfólki enn hjá konufólki, t. e. at steðgur kom í, tá ið komið var til tað, ið vit kalla búnan aldur, — og kropsliga og andliga var verðandi líka frísk og ferðig. Tí verður selt í tonsum av Gele Royal, og tí verður sprænt við H*3, og tí drekka fólk alskyns lívgeví andi løg, sum lýsingarnar rópa út, í fáfongdari vón um, at tey við tí sleppa undan at eldast. Menniskjan má læra at geva seg undir tað, at lívið er ikki ævigt; tað hevði eisini verið ómøguligt um so bert av tí, at jørðin skjótt hevði verið ovbyrjað við fólk. Menniskjan má læra seg at eldast við sóma. Tað fyribyrgjandi arbeiðið, ið gjørt eigur at verða, tá ið vit hava givið okkum undir omanfyri nevndu sann* royndir, má vera at geva menniskjunum so góð lívskor sum til ber og byrgja fyri, alt tað er gjørligt, at ellibroytingarnar í yrkisgøgnunum koma hjá yngru aldursflokkunum, um atstøður eru til at fyribyrgja. Ansað má tó vera eftir ikki at fara út um mark í fyribyrgjandi starvinum. Tíverri eru mangir læknar, ið hava ilt við at skilja hetta. Fólk verða
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.