Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 15

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 15
Serumcholesterolnøgdin hjá Føroyingum 21 í dag øst upp, so at tey eru um at fara av vitinum av ræðslu; lat meg bert nevna allan gangin um sigarettroyk* ingina sum høvuðsatvold at krabbavøkstri í lungunum og æðrakálking í hjartaæðrunum, og alkohol fær skuldina fyri ring livrabrek, at eta ov nógvan stoktan mat sigst at fremja krabbavøkstur í maganum, fitievni fáa skuldina fyri at fremja æðrakálking yvirhøvur. Eg haldi ikki, at nógv verður vunnið við tílíkum ágangi, ið hóttir við deyða og undirgangi. Tað, ið fólki tørvar, er hóvlig og skilagóð vegleiðing, sum í smáum roynir at broyta t. d. matsiðir o. t. Meðan tað hevur roynst, at mestu líkindi eru til, at matsiðirnir í vesturheimi eru ein orsøkin til coronarscle* rosis (æðrakálking í hjartaæðrunum) og coronarthrombosis (hjartablóðproppar) í heldur ungum aldursflokkum, enn menn fyrr hava varnað, er høvuðsætlanin við hesi ritgerð at kanna eftir, um gamlir, og á summum støðum enn varð* veittir, føroyskir matsiðir, virka verjandi móti æðrakálking í hjartaæðrum. Hevði hetta roynst at verið beint, hevði tað ikki bert verið einstøku menniskjuni at gagni, men hevði eisini havt miklan búskaparligan týdning fyri alt samfelagið. Seinastu 15 árini hava menn givið tí gætur, at í øllum vesturheimi hevur verið hættisligur vøkstur í tilburðum við blóðproppi í hjartanum, og sjúkan tykist at hava lyndi til at gera seg inn á yngri aldursflokkar, enn fyrr hevur verið givið gætur, og serliga hjá monnum. Grannskarar um allan heim eru tí meira og meira farnir í holt við at finna at< voldirnar til hendan vøkstur. Mangar hugsanir eru settar fram, men enn er ikki prógvað, hvør táttur, ið mestan týdningin hevur. Hitt patologiska*anatomiska støðið undir coronarthroim bosis er æðrakálking í æðrunum í sjálvum hjartanum. Áðrenn eg fari víðari, skal eg tí stutt nevna tær patolog= iskuíanatomisku broytingarnar, sum koma í æðrarnar. Æðrakálking er felags heiti á einum hópi av varandi
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.