Fróðskaparrit - 01.01.1961, Síða 15
Serumcholesterolnøgdin hjá Føroyingum
21
í dag øst upp, so at tey eru um at fara av vitinum av
ræðslu; lat meg bert nevna allan gangin um sigarettroyk*
ingina sum høvuðsatvold at krabbavøkstri í lungunum og
æðrakálking í hjartaæðrunum, og alkohol fær skuldina
fyri ring livrabrek, at eta ov nógvan stoktan mat sigst at
fremja krabbavøkstur í maganum, fitievni fáa skuldina fyri
at fremja æðrakálking yvirhøvur. Eg haldi ikki, at nógv
verður vunnið við tílíkum ágangi, ið hóttir við deyða og
undirgangi. Tað, ið fólki tørvar, er hóvlig og skilagóð
vegleiðing, sum í smáum roynir at broyta t. d. matsiðir
o. t. Meðan tað hevur roynst, at mestu líkindi eru til, at
matsiðirnir í vesturheimi eru ein orsøkin til coronarscle*
rosis (æðrakálking í hjartaæðrunum) og coronarthrombosis
(hjartablóðproppar) í heldur ungum aldursflokkum, enn
menn fyrr hava varnað, er høvuðsætlanin við hesi ritgerð at
kanna eftir, um gamlir, og á summum støðum enn varð*
veittir, føroyskir matsiðir, virka verjandi móti æðrakálking
í hjartaæðrum. Hevði hetta roynst at verið beint, hevði
tað ikki bert verið einstøku menniskjuni at gagni, men
hevði eisini havt miklan búskaparligan týdning fyri alt
samfelagið.
Seinastu 15 árini hava menn givið tí gætur, at í øllum
vesturheimi hevur verið hættisligur vøkstur í tilburðum við
blóðproppi í hjartanum, og sjúkan tykist at hava lyndi til
at gera seg inn á yngri aldursflokkar, enn fyrr hevur verið
givið gætur, og serliga hjá monnum. Grannskarar um allan
heim eru tí meira og meira farnir í holt við at finna at<
voldirnar til hendan vøkstur. Mangar hugsanir eru settar
fram, men enn er ikki prógvað, hvør táttur, ið mestan
týdningin hevur.
Hitt patologiska*anatomiska støðið undir coronarthroim
bosis er æðrakálking í æðrunum í sjálvum hjartanum.
Áðrenn eg fari víðari, skal eg tí stutt nevna tær patolog=
iskuíanatomisku broytingarnar, sum koma í æðrarnar.
Æðrakálking er felags heiti á einum hópi av varandi