Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 22
28
Serumcholesterolnøgdin hjá Føroyingum
og njóta meira av mjólk og mjólkaúrdrátti; fiski verður
lítið etið av í Danmark, og fiskalivur er sjáldsamur matur.
Tá ið vit nú vita, at í fiski, fiskalivur, lýsi og spiki av
grindahvali er nógv av ómettaðum feitum sýrum, og nógvir
granskarar, sum omanfyri nevnt, hava prógvað, at hesin
matur fær blóðcholesterolið at minka, kom tað sum av sær
sjálvum, at hugur mín fór at venda sær móti tilburðum
við æðrakálking í hjartaæðrunum hjá teimum føroysku
sjúklingunum, ið inn vórðu lagdir á heiliráðdeildina. Eg
gav tí gætur, at sjúklingarnir við æðrakálking í hjarta*
æðrunum og blóðproppi í hjartanum vóru nógv færri
enn í samsvarandi danskari heiliráðdeild, ið fevndi um eitt
øki við sama fólkatali. Tá ið eg hevði funnið hetta við
vanligari læknakanning av sjúklingunum, fall tað av sær
sjálvum, at eg fór at gera cholesterolsundurloysingar av
blóði frá sjúklingunum, sum vóru lagdir inn á deildina. í
fyrstani vórðu gjørdar bert einstakar sundurloysingar, úr=
slitið gjørdi ein bilsnan, tí serumcholesterolstigini lógu Iangt
niðan fyri tað, ið tú finnur hjá samsvarandi donskum fólka*
bólki. Vit gjørdu sundurloysingarnar á egnari starvsstovu.
Men meðan cholesterolsundurloysingin er ein rættiliga tor«
før sundurloysing og tíðarfrek og tí mundi fara at krevja
ov nógv av arbeiðsmegi starvsstovunnar og av fíggjarjáttan
sjúkrahúsins, søkti eg frá Kong Christian Den Tiendes
Fond um peningastuðul til eina fyribils rannsókn, sum
skuldi vísa, um grundir vóru til at kanna út í æsir allan
spurningin. Eg fekk 1000 kr. at ráða yvir, og við teimum
fekk eg gjørt o. u. 200 sundurloysingar, og skal eg seinni
greiða frá úrslitinum. Sundurloysingarnar eru gjørdar av
blóði frá 1) innløgdum sjúklingum, hissini valdum, í ald*
ursflokkinum 15—65 ár, og 2) fiskimonnum í sama aldurs*
bólki. Blóðroyndirnar eru tiknar í sambandi við árligu
tuberklarannsóknina á Bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum í
samráð við yvirlækna V. Magnussen og við beinasemi frá
honum. Sundurloysingarnar eru sumpart gjørdar á egnari
starvstovu og sumpart á Medicinsk Laboratorium í Keyp*