Fróðskaparrit - 01.01.1961, Síða 22

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Síða 22
28 Serumcholesterolnøgdin hjá Føroyingum og njóta meira av mjólk og mjólkaúrdrátti; fiski verður lítið etið av í Danmark, og fiskalivur er sjáldsamur matur. Tá ið vit nú vita, at í fiski, fiskalivur, lýsi og spiki av grindahvali er nógv av ómettaðum feitum sýrum, og nógvir granskarar, sum omanfyri nevnt, hava prógvað, at hesin matur fær blóðcholesterolið at minka, kom tað sum av sær sjálvum, at hugur mín fór at venda sær móti tilburðum við æðrakálking í hjartaæðrunum hjá teimum føroysku sjúklingunum, ið inn vórðu lagdir á heiliráðdeildina. Eg gav tí gætur, at sjúklingarnir við æðrakálking í hjarta* æðrunum og blóðproppi í hjartanum vóru nógv færri enn í samsvarandi danskari heiliráðdeild, ið fevndi um eitt øki við sama fólkatali. Tá ið eg hevði funnið hetta við vanligari læknakanning av sjúklingunum, fall tað av sær sjálvum, at eg fór at gera cholesterolsundurloysingar av blóði frá sjúklingunum, sum vóru lagdir inn á deildina. í fyrstani vórðu gjørdar bert einstakar sundurloysingar, úr= slitið gjørdi ein bilsnan, tí serumcholesterolstigini lógu Iangt niðan fyri tað, ið tú finnur hjá samsvarandi donskum fólka* bólki. Vit gjørdu sundurloysingarnar á egnari starvsstovu. Men meðan cholesterolsundurloysingin er ein rættiliga tor« før sundurloysing og tíðarfrek og tí mundi fara at krevja ov nógv av arbeiðsmegi starvsstovunnar og av fíggjarjáttan sjúkrahúsins, søkti eg frá Kong Christian Den Tiendes Fond um peningastuðul til eina fyribils rannsókn, sum skuldi vísa, um grundir vóru til at kanna út í æsir allan spurningin. Eg fekk 1000 kr. at ráða yvir, og við teimum fekk eg gjørt o. u. 200 sundurloysingar, og skal eg seinni greiða frá úrslitinum. Sundurloysingarnar eru gjørdar av blóði frá 1) innløgdum sjúklingum, hissini valdum, í ald* ursflokkinum 15—65 ár, og 2) fiskimonnum í sama aldurs* bólki. Blóðroyndirnar eru tiknar í sambandi við árligu tuberklarannsóknina á Bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum í samráð við yvirlækna V. Magnussen og við beinasemi frá honum. Sundurloysingarnar eru sumpart gjørdar á egnari starvstovu og sumpart á Medicinsk Laboratorium í Keyp*
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.