Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 37
Løgting og gildi
43
Gildisskálan.') í 1619 verður sagt, at Gildisskálanum tørvar
umvøling. Takið, bjálkarnir, vindeyguni og múrurin eru
illa farin. Sagt verður frá, at um ikki hin kongligi umboðs*
maðurin ella fulltrúi hansara nýta Gildisskálan, skal løg*
maðurin og løgrætturin (tað er løgtingið) hava húsið til
egna nýtslu. Tað má vera Gildisskálin, sum eitur Tingstovan
í summum løgtingsdómum,* 2) og tað vísir seg, at løgtingið
legði pening út fyri ábøtur. Húsið brann í 1673, og eftir
tað bygdi løgtingið nýtt tinghús.3)
Um tilgangin á løgtingi sigur Lucas Jacobsen Debes,
prestur, í bók síni Færoæ & Færoa reserata (prentað 1672):
Hvønn fyrrapart varð hildin gudstænasta við prædiku og
sangi í kirkjuni, og seinrapartin, tá ið ringt er, hava teir
tingfund. Tá ið løgtingið hevur viðgjørt øll mál, verður
tað slitið, og tað verður kunngjørt við, at ringt verður við
klokkuni. Sama kvøldið koma bæði prestar og annað fólk
saman at halda veitslu ella gestaboð. Ein sálmur verður
fyrst sungin, síðan ein skiftisangur á latíni millum ein prest
og gestirnar. Formaðurin (»01dermanden«) flytur fram røðu,
sum inngangsorð fyri skál, sum skal verða drukkin. Hann
takkar fyri signingarsang og vakurt viðmæli, rópar skálina
»minni«, og sigur, at tað er kongaviljin, at embætismenn*
inir, formenninir (»01dermændene«), gildisbrøður og gildis*
systrar, gestir og heimamenn skulu vera vælkomin. Sjálvandi
drekka tey ikki nú fyri Ólavi kongi hinum Heilaga ella
øðrum katólskum halgimonnum; men fyri kongi, drottn*
ingini, kongasoninum, tí danska ríkisráðinum, lensharranum
og øðrum góðum fólki. Tá ið hvør hevur drukkið, sum
honum lystir, fer hann til sín sjálvs. Dagin eftir fara teir
heim aftur og koma ikki saman aftur fyrr enn næsta ár
um somu tíð.4)
*) N. Andersen: Færøerne, síðu 182.
2) Tingbókin, s. 110, smb. s. 18, 33.
3) N. Andersen, s. 183.
4) Útgávan Færøernes Beskrivelse, við Einar Joensen, Tórshavn 1950,
síðu 128—130, smb. Andersen, s. 188—191.