Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 37

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 37
Løgting og gildi 43 Gildisskálan.') í 1619 verður sagt, at Gildisskálanum tørvar umvøling. Takið, bjálkarnir, vindeyguni og múrurin eru illa farin. Sagt verður frá, at um ikki hin kongligi umboðs* maðurin ella fulltrúi hansara nýta Gildisskálan, skal løg* maðurin og løgrætturin (tað er løgtingið) hava húsið til egna nýtslu. Tað má vera Gildisskálin, sum eitur Tingstovan í summum løgtingsdómum,* 2) og tað vísir seg, at løgtingið legði pening út fyri ábøtur. Húsið brann í 1673, og eftir tað bygdi løgtingið nýtt tinghús.3) Um tilgangin á løgtingi sigur Lucas Jacobsen Debes, prestur, í bók síni Færoæ & Færoa reserata (prentað 1672): Hvønn fyrrapart varð hildin gudstænasta við prædiku og sangi í kirkjuni, og seinrapartin, tá ið ringt er, hava teir tingfund. Tá ið løgtingið hevur viðgjørt øll mál, verður tað slitið, og tað verður kunngjørt við, at ringt verður við klokkuni. Sama kvøldið koma bæði prestar og annað fólk saman at halda veitslu ella gestaboð. Ein sálmur verður fyrst sungin, síðan ein skiftisangur á latíni millum ein prest og gestirnar. Formaðurin (»01dermanden«) flytur fram røðu, sum inngangsorð fyri skál, sum skal verða drukkin. Hann takkar fyri signingarsang og vakurt viðmæli, rópar skálina »minni«, og sigur, at tað er kongaviljin, at embætismenn* inir, formenninir (»01dermændene«), gildisbrøður og gildis* systrar, gestir og heimamenn skulu vera vælkomin. Sjálvandi drekka tey ikki nú fyri Ólavi kongi hinum Heilaga ella øðrum katólskum halgimonnum; men fyri kongi, drottn* ingini, kongasoninum, tí danska ríkisráðinum, lensharranum og øðrum góðum fólki. Tá ið hvør hevur drukkið, sum honum lystir, fer hann til sín sjálvs. Dagin eftir fara teir heim aftur og koma ikki saman aftur fyrr enn næsta ár um somu tíð.4) *) N. Andersen: Færøerne, síðu 182. 2) Tingbókin, s. 110, smb. s. 18, 33. 3) N. Andersen, s. 183. 4) Útgávan Færøernes Beskrivelse, við Einar Joensen, Tórshavn 1950, síðu 128—130, smb. Andersen, s. 188—191.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.