Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 38
44
Løgting og gildi
Av hesum sæst, at tingið varð sett eftir middag, hóast
tað stóð í lógbókini, at løgtingið skuldi koma saman, tá
ið sólin stóð í eystri (kl. 6), og at tingfundurin skuldi vara
til nóns (kl. 15), ella eftir lógbókarútgávuni hjá Kristjani IV
til middags.1)
Hesar frásagnir mugu helst verða tolkaðar so, at Føroy*
ingar hava havt eitt gamalt ólavsgildi í Tórshavn. Hetta
gildið man hava havt fundardag sín ólavsøkudag, og gildið
hevur væntuliga varað í 8 dagar, eins leingi og løgtingið.
Til er ein gildissamtykt frá Gulatingslógini í Noregi,
uttan iva frá 13. øld, og har er sligið fast, at gildið skal
vara í 8 dagar.2)
Hugsast kann, at í Tórshavn høvdu teir hvønn dag í
løgtingsvikuni fyrst gudstænastu, so tingfund, og um kvøldið
veitslu. Kom drykkiskapur uppí, var gildið eitt slag av
mátahaldi. Samanhaldið millum gildisbrøðurnar var fram
um alt skikkað til at fremja lóg og rætt í landinum.
4. J. Ciir. Svabo hevur í bók síni Indberetninger fra en
Reise i Færøe 1781 og 1782 sagt frá einum elligomlum siði:
Tá ið tað hevði verið stórt felli í einum hagaparti, so at
teir høvdu mist størsta partin, bóðu teir um gimbrar úr
einari ella tveimum sýslum, og tá fingu teir altíð ein ungan
seyð úr hvørjum hagaparti fyri einki.3)
Hetta minnir um eina ávísan í áðurnevndu gildissamtykt
frá Gulatingslógini: Verður felli hjá einum gildisbróðuri, so
at hann missir 3 kýr ella tað sama av øðrum fæ, so skal
hvør gildisbróðirin geva honum eitt mál av korni, uttan so
er, at hann býr á falljørð.4) Orðið »fall« vísir seg at vera
sera tvørligt at týða, men man vist merkja tað sama sum
orðið »felli« í føroyskum.
Hugsast kann, at tann føroyski siðurin, sum Svabo sigur
frá, kemur upprunaliga frá tí gamla føroyska gildinum.
]) Lógbók Magnusar Lagabøta I, 3.
2) Norges gamle Love bd. V, s. 7, § 2.
3) Útgáva 1959, við N. Djurhuus, síðu 846—847.
4) Norges gamle Love V, síðu 9, § 29.