Fróðskaparrit - 01.01.1961, Síða 38

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Síða 38
44 Løgting og gildi Av hesum sæst, at tingið varð sett eftir middag, hóast tað stóð í lógbókini, at løgtingið skuldi koma saman, tá ið sólin stóð í eystri (kl. 6), og at tingfundurin skuldi vara til nóns (kl. 15), ella eftir lógbókarútgávuni hjá Kristjani IV til middags.1) Hesar frásagnir mugu helst verða tolkaðar so, at Føroy* ingar hava havt eitt gamalt ólavsgildi í Tórshavn. Hetta gildið man hava havt fundardag sín ólavsøkudag, og gildið hevur væntuliga varað í 8 dagar, eins leingi og løgtingið. Til er ein gildissamtykt frá Gulatingslógini í Noregi, uttan iva frá 13. øld, og har er sligið fast, at gildið skal vara í 8 dagar.2) Hugsast kann, at í Tórshavn høvdu teir hvønn dag í løgtingsvikuni fyrst gudstænastu, so tingfund, og um kvøldið veitslu. Kom drykkiskapur uppí, var gildið eitt slag av mátahaldi. Samanhaldið millum gildisbrøðurnar var fram um alt skikkað til at fremja lóg og rætt í landinum. 4. J. Ciir. Svabo hevur í bók síni Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782 sagt frá einum elligomlum siði: Tá ið tað hevði verið stórt felli í einum hagaparti, so at teir høvdu mist størsta partin, bóðu teir um gimbrar úr einari ella tveimum sýslum, og tá fingu teir altíð ein ungan seyð úr hvørjum hagaparti fyri einki.3) Hetta minnir um eina ávísan í áðurnevndu gildissamtykt frá Gulatingslógini: Verður felli hjá einum gildisbróðuri, so at hann missir 3 kýr ella tað sama av øðrum fæ, so skal hvør gildisbróðirin geva honum eitt mál av korni, uttan so er, at hann býr á falljørð.4) Orðið »fall« vísir seg at vera sera tvørligt at týða, men man vist merkja tað sama sum orðið »felli« í føroyskum. Hugsast kann, at tann føroyski siðurin, sum Svabo sigur frá, kemur upprunaliga frá tí gamla føroyska gildinum. ]) Lógbók Magnusar Lagabøta I, 3. 2) Norges gamle Love bd. V, s. 7, § 2. 3) Útgáva 1959, við N. Djurhuus, síðu 846—847. 4) Norges gamle Love V, síðu 9, § 29.
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.