Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 49
Bústaður í Eingjartoftum, Sandavági
55
royndir í Kvívík4 og í Tjørnuvík8 er tí væl hugsandi, at
landnámsmenn og fyrstu eftirkomarar teirra høvdu minni
áhuga fyri at røkja sjógvin, enn teir høvdu fyri at ogna
sær góð dyrki== og beitilendi, sum her í Sandavági eru av
teimum bestu. Hesi mál skulu vit koma aftur til seinri.
Niðri á Sandi er heldur stórur vallaður heygur, Sjóberið
nevndur; niðan norður og eystur frá honum eru víð, váttlig
eingjarstrekki, sum høvuðsáin Stórá rennur oman ígjøgnum.
Hon kemur oman úr Dalinum millum Reynsatind, 677 m
og Malinstind, 683 m; oman av Hálsi millum hesar tindar
koma harðførastu ættirnar í bygdini: norðan, sum liggur
beint oman gjøgnum dalin, landnyrðingur*eystan og út*
nyrðingur vestan.
Ganga vit niðan frá sandinum í ein eystan fram við
kirkjuni, har ið hon nú stendur, — hon stóð fyrr eins og
sethús og úthús munin longri niðri, — er her enn slætt*
lendi, men har akvegurin nú gongur frá bátahylinum, ið
teir hava fingið sær úti á Støðum, gjøgnum alla bygdina
og inn í dalin, tekur brekka við. Báðumegin vegin er nú
strálbygt, fyri fáum árum síðan var her gamal, órørdur
bøur. Beint á hesi leiðini er enn óbygt niðan undir bø<
garðarnar; einar 80 m niðan frá vegnum tóktist vera grót^
laðing, ið gekk 5 m í landnyrðingmorðan frá lítlum
gili, sum áarløkur rennur í. Omanfyri hana er fløttur, í
Kullini, sum líðandi hækkar niðan undir o. u. 1 m høga
brún undir hjalla, har ið, sum 2. mynd sýnir, grivið var
fyri húsagrund. Hjallin hevur einki sernavn, men lendið
her um leið er tað sum nú á døgum eitur í Eingjartoftum,
og er harðvallaður bøur yvirhøvur. Á 2. mynd eru umframt
húsagrundina teknaðar inn toftirnar, ið rannsakaðar eru, og
aðrar leivdir av mannavirki, sum helst siga frá, at her hevur
einaferð í tíðini verið bygt víða um; sum dømi um hetta
standa 37 m niðan frá brúnini 2 stórir steinar, ið annað*
hvørt eru garðsliða ella durasteinar til eitthvørt hús. Lendið
við toftaleivdum er 30 m langt N—S, 50 m langt E—V. Hædd
omanfyri sjóvarmálan o. u. 20 m. Hæddarmunurin frá grót*