Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 49

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 49
Bústaður í Eingjartoftum, Sandavági 55 royndir í Kvívík4 og í Tjørnuvík8 er tí væl hugsandi, at landnámsmenn og fyrstu eftirkomarar teirra høvdu minni áhuga fyri at røkja sjógvin, enn teir høvdu fyri at ogna sær góð dyrki== og beitilendi, sum her í Sandavági eru av teimum bestu. Hesi mál skulu vit koma aftur til seinri. Niðri á Sandi er heldur stórur vallaður heygur, Sjóberið nevndur; niðan norður og eystur frá honum eru víð, váttlig eingjarstrekki, sum høvuðsáin Stórá rennur oman ígjøgnum. Hon kemur oman úr Dalinum millum Reynsatind, 677 m og Malinstind, 683 m; oman av Hálsi millum hesar tindar koma harðførastu ættirnar í bygdini: norðan, sum liggur beint oman gjøgnum dalin, landnyrðingur*eystan og út* nyrðingur vestan. Ganga vit niðan frá sandinum í ein eystan fram við kirkjuni, har ið hon nú stendur, — hon stóð fyrr eins og sethús og úthús munin longri niðri, — er her enn slætt* lendi, men har akvegurin nú gongur frá bátahylinum, ið teir hava fingið sær úti á Støðum, gjøgnum alla bygdina og inn í dalin, tekur brekka við. Báðumegin vegin er nú strálbygt, fyri fáum árum síðan var her gamal, órørdur bøur. Beint á hesi leiðini er enn óbygt niðan undir bø< garðarnar; einar 80 m niðan frá vegnum tóktist vera grót^ laðing, ið gekk 5 m í landnyrðingmorðan frá lítlum gili, sum áarløkur rennur í. Omanfyri hana er fløttur, í Kullini, sum líðandi hækkar niðan undir o. u. 1 m høga brún undir hjalla, har ið, sum 2. mynd sýnir, grivið var fyri húsagrund. Hjallin hevur einki sernavn, men lendið her um leið er tað sum nú á døgum eitur í Eingjartoftum, og er harðvallaður bøur yvirhøvur. Á 2. mynd eru umframt húsagrundina teknaðar inn toftirnar, ið rannsakaðar eru, og aðrar leivdir av mannavirki, sum helst siga frá, at her hevur einaferð í tíðini verið bygt víða um; sum dømi um hetta standa 37 m niðan frá brúnini 2 stórir steinar, ið annað* hvørt eru garðsliða ella durasteinar til eitthvørt hús. Lendið við toftaleivdum er 30 m langt N—S, 50 m langt E—V. Hædd omanfyri sjóvarmálan o. u. 20 m. Hæddarmunurin frá grót*
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.