Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 56
62
Bústaður í Eingjartoftum, 5>andavági
út í hvørjum umfari; til ífyllingar er í slíkum veggjum nýtt
mest mold og sum til bar av smágróti. Men her er laðað
við størri, valdum steinum, ið hava sera slættar, snøggar
innsíður, ella beinleiðis hellum, ið settar eru upp eftir enda,
sum dømi sí 6. mynd høgrumegin. Støðið er, har tað sást,
lagt av malargróti, og ífyllingin er her mest smágrót, minni
av mold. Skilligt er, at einhvør einaferð í tíðini hevur brotið
allar veggir niður til grundarsteinarnar og hevur blakað ífylb
ingargrótið inn í rúmið fyri at slætta toftina undir bø. Harð*
astur hevur hann verið við suðurveggin, tí at har er grynnst.
Dyrnar o. u. 1 m víðar, eru í eysturveggi niðaneftir, hellu*
setingin frá skotinum gongur oman gjøgnum tær, og her
eru hellurnar sum vera man serliga stórar og slitnar. Sum
longu umrøtt er hæddarmunurin millum skot og húsagólv
so stórur, o. u. 0,40 m, at teir hava verið noyddir at gera
eina trappu; hetta vandamál hava teir greitt við fyrst at
leggja eina mjáa, langa hellu norður og suður sum niðara
trappustig, síðan omaná hana aðra stóra hellu, ið er kílað
upp við 2 klípum í hædd við hellusetingina í skotinum
a mynd, skurður=y 5,50 og 6. mynd). Við tað at lendið
omanfyri er so mikið hægri, má vatn hava sett inn í toft*
ina; tað er tí væl hugsandi at hellusetingin oman frá
trappuni eisini er rennulok; tað varð ikki kannað fyri at
órógva sum minnst til vónandi komandi rannsókn av øllum
umhvørvinum.
Beint sunnan fyri trappuna kemur, sum sagt, ísskøvaða
hellan undan og norðan fyri eru leivdir av einum eldstaði,
umgerð er eingin, men sprungutu og ímutu botnsteinarnir
við nógvari øsku ímillum Iiggja í steinsetingini, ið uttanum
her er løgd so, at skilligt er, at her var eitthvørt serligt
tilætlað. í hesum gólvparti er eisini rættilig gólvskón, svart*
mold og øska, og eystast stóð brýni (hús 1,5) stungið niður
eftir enda í steinsetingina. Merkiliga lítið er annars av gólv*
skón uttan niðri við suðurveggin, har ið eisini ymist var
at finna, orsøkin tykist vera, at hann, ið reiv toftina, hevur
verið á botni, hevur ruddað umgerðina um eldstaðin burtur