Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 56

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 56
62 Bústaður í Eingjartoftum, 5>andavági út í hvørjum umfari; til ífyllingar er í slíkum veggjum nýtt mest mold og sum til bar av smágróti. Men her er laðað við størri, valdum steinum, ið hava sera slættar, snøggar innsíður, ella beinleiðis hellum, ið settar eru upp eftir enda, sum dømi sí 6. mynd høgrumegin. Støðið er, har tað sást, lagt av malargróti, og ífyllingin er her mest smágrót, minni av mold. Skilligt er, at einhvør einaferð í tíðini hevur brotið allar veggir niður til grundarsteinarnar og hevur blakað ífylb ingargrótið inn í rúmið fyri at slætta toftina undir bø. Harð* astur hevur hann verið við suðurveggin, tí at har er grynnst. Dyrnar o. u. 1 m víðar, eru í eysturveggi niðaneftir, hellu* setingin frá skotinum gongur oman gjøgnum tær, og her eru hellurnar sum vera man serliga stórar og slitnar. Sum longu umrøtt er hæddarmunurin millum skot og húsagólv so stórur, o. u. 0,40 m, at teir hava verið noyddir at gera eina trappu; hetta vandamál hava teir greitt við fyrst at leggja eina mjáa, langa hellu norður og suður sum niðara trappustig, síðan omaná hana aðra stóra hellu, ið er kílað upp við 2 klípum í hædd við hellusetingina í skotinum a mynd, skurður=y 5,50 og 6. mynd). Við tað at lendið omanfyri er so mikið hægri, má vatn hava sett inn í toft* ina; tað er tí væl hugsandi at hellusetingin oman frá trappuni eisini er rennulok; tað varð ikki kannað fyri at órógva sum minnst til vónandi komandi rannsókn av øllum umhvørvinum. Beint sunnan fyri trappuna kemur, sum sagt, ísskøvaða hellan undan og norðan fyri eru leivdir av einum eldstaði, umgerð er eingin, men sprungutu og ímutu botnsteinarnir við nógvari øsku ímillum Iiggja í steinsetingini, ið uttanum her er løgd so, at skilligt er, at her var eitthvørt serligt tilætlað. í hesum gólvparti er eisini rættilig gólvskón, svart* mold og øska, og eystast stóð brýni (hús 1,5) stungið niður eftir enda í steinsetingina. Merkiliga lítið er annars av gólv* skón uttan niðri við suðurveggin, har ið eisini ymist var at finna, orsøkin tykist vera, at hann, ið reiv toftina, hevur verið á botni, hevur ruddað umgerðina um eldstaðin burtur
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.