Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 58

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 58
64 Bústaður í Eingjartoftum, Sandavági Hús II, 4. mynd. Sum tekningin vísir tykjast sunnari veggur í hesum húsi og norðari veggur í húsi I at vera bygdir saman ella beinleiðis hvør omaná annan. Tessverri er tann eystari parturin ikki til, hetta ger tað enn meiri fløkt. Okkum rennur í hesum viðfangi í huga tað, ið Mikkjal Á Ryggi14 sigur frá manni, sum onkuntíð velti her um leiðir, at hann »kom fram á grótrennur so víðar, at maður kundi fara ígjøgnum tær.« Tað ið hann helt vera rennur, hevur ivaleyst verið sovorðnir tjúkkir ífyllingar=> veggir, ið jú ofta eru so víðir, at maður lættliga hevði kropið gjøgnum teir. Um tað er hesin veggur ella aðrir er sjálvsagt ógjørligt at siga nú. Húsini venda í ein útnyrðing—landsynnning, við skjøldr* inum móti einum av vindsamastu ættunum og oman móti váginni, við øðrum orðum hyrnisrætt á hús I. Tey eru 6,50 m long, 2,35 m breið innan. Teir 0,75—1,50 m tjúkku veggirnir eru allir ífyllingarveggir laðaðir av rundbøllingum og malargróti, sum fyri ein part eru lagdir á stórar, fláar steinar, ið trúliga lógu har, tá ið húsini vórðu bygd. Yvir* høvur standa teir betur uppi enn teir í húsi I, her eru 2—3 umfør varðveitt og hæddin 0,54 m, har ið hægst er. Høv* uðsífyllingin er mold og dámurin heilt tann vit annars kenna til dømis í Kvívík3 Tá ið grivið var omanav toftini, var øll miðjan ein vasi av størri og smærri gróti, sumt av tí inndottið, sumt hevur helst ligið har alla tíðina og er tí teknað á 4. mynd. Gólvið var yvirhøvur steinsett við rættiliga snøggum gróti, ikki stórum hellum, sum steinsett var við í húsi I (3. mynd, skurður y= 11,50 m); omaná steinsetingini var ein í støðum sera tjúkk gólvskón, ovast leir og fínur sjó* sandur sum longri niðri var blandaður við øsku í fleiri lindum; serliga tjúkk var skónin báðumegin einlaðaðan tvørvegg í vestara parti; í skónini vórðu ymsar staðir funnin bronsuílátabrot, jarnillska o. a.; í vestara enda inni við suður» veggin vóru fundirnir serliga tættir. Einlaðaði veggurin er ivaleyst syllarlaðing undir skila*
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.