Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 60

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 60
66 Bústaður í Eingjartoftum, Sandavági tó við ongari umgerð, annar inn móti norðurvegginum, har ið var 0,25 m tjúkk øskuflá við farvegi av umgerð, sum nú ikki var til, men tó hómaðist sum lítil ringur settur av smáum malargróti. Her man fyrsti høvuðseldstaðurin hava verið; í øskuni vórðu funnin leirilátabrot við fornum sniði, (sí gripaskrá hús II, 1 /). Báðumegin hann liggja heldur stórir steinar, ið óivað hava haft samband við eldstaðin, serliga tann norðrari, sum man vera bríkarsteinur. Dyr eru ongar funnar, tær hava verið í tí parti av suður* vegginum, sum ikki var til, aðrar staðir kunna tær ikki væl hava verið, og tað hóskar eisini sera væl, um so er, at hesi hús hava haft samband við hellusetingina í skotinum. Rúmið millum norðara enda á eysturveggi í húsi I og suðurenda á húsi II er 0,70 m vítt, so har gongur maður væl ígjøgn* um. Annað meiri ivasamt dømi um hetta samband er tann fláa lægdin sum er í norðurveggi á húsi I (3. mynd, skurður ys8 m og 4. mynd), beint yvir av har dyrnar inn í hús II eru hildnar vera; hugsandi er, at her hava verið dyr hús* anna millum, men tað kann eisini bara vera av tilvild, at grótið beint her hevur verið so skikkað, at tað tykist laðað við serligari ætlan. Sovorðnar millumdyr høvdu annars verið ógviliga hentar, um so er, at hús I og hús II í roynd og veru eru rúm ella stovur í somu sethúsum, tí neyvan mundi altíð verið tespiligt at skula út fyri at sleppa úr stovu í stovu. Hvussu ið verið hevur er kortini ivasamt, tað einasta, ið vit við vissu tora at siga, er, at bæði húsini í minsta lagi eitt tíðar* skeið hava verið nýtt í senn, tað prógva serliga bronsu* ílátabrotini. Eingin ivi kann vera um, at hús II eru sethús og altíð hava verið tað, annað mál er við húsum I, har er ikki so greitt. Tann vakra hellusetingin uttanfyri og inni í rúminum og ikki minst trappan gera tað, at vit mega halda eisini hesi hús vera sethús. Farvegur av eldstaði og nakrir fáir, smáir gripafundir prógva ikki hetta beinleiðis, men her er heldur einki, sum vísir á aðra nýtslu.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.