Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 60
66
Bústaður í Eingjartoftum, Sandavági
tó við ongari umgerð, annar inn móti norðurvegginum, har
ið var 0,25 m tjúkk øskuflá við farvegi av umgerð, sum
nú ikki var til, men tó hómaðist sum lítil ringur settur av
smáum malargróti. Her man fyrsti høvuðseldstaðurin hava
verið; í øskuni vórðu funnin leirilátabrot við fornum sniði,
(sí gripaskrá hús II, 1 /). Báðumegin hann liggja heldur
stórir steinar, ið óivað hava haft samband við eldstaðin,
serliga tann norðrari, sum man vera bríkarsteinur.
Dyr eru ongar funnar, tær hava verið í tí parti av suður*
vegginum, sum ikki var til, aðrar staðir kunna tær ikki væl
hava verið, og tað hóskar eisini sera væl, um so er, at hesi
hús hava haft samband við hellusetingina í skotinum. Rúmið
millum norðara enda á eysturveggi í húsi I og suðurenda
á húsi II er 0,70 m vítt, so har gongur maður væl ígjøgn*
um. Annað meiri ivasamt dømi um hetta samband er tann
fláa lægdin sum er í norðurveggi á húsi I (3. mynd, skurður
ys8 m og 4. mynd), beint yvir av har dyrnar inn í hús II
eru hildnar vera; hugsandi er, at her hava verið dyr hús*
anna millum, men tað kann eisini bara vera av tilvild, at
grótið beint her hevur verið so skikkað, at tað tykist laðað
við serligari ætlan.
Sovorðnar millumdyr høvdu annars verið ógviliga hentar,
um so er, at hús I og hús II í roynd og veru eru rúm
ella stovur í somu sethúsum, tí neyvan mundi altíð verið
tespiligt at skula út fyri at sleppa úr stovu í stovu. Hvussu
ið verið hevur er kortini ivasamt, tað einasta, ið vit við
vissu tora at siga, er, at bæði húsini í minsta lagi eitt tíðar*
skeið hava verið nýtt í senn, tað prógva serliga bronsu*
ílátabrotini.
Eingin ivi kann vera um, at hús II eru sethús og altíð
hava verið tað, annað mál er við húsum I, har er ikki so
greitt. Tann vakra hellusetingin uttanfyri og inni í rúminum
og ikki minst trappan gera tað, at vit mega halda eisini
hesi hús vera sethús. Farvegur av eldstaði og nakrir fáir,
smáir gripafundir prógva ikki hetta beinleiðis, men her er
heldur einki, sum vísir á aðra nýtslu.