Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 65

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 65
Bústaður í Eingjartoftum, Sandavági 71 hesum fundi, men eisini av øðrum rannsóknum, har ið tíðarfestingin er heilt ivasom. Hetta eydnaðist bara fyri ein part, tí at forngripirnir vóru fáir og siga ov lítið, eisini tí at alt er brot og tað av heldur vanligum búnýtum, ið kunna hava verið nýtt langar tíðir. Kortini eru teir ikki heilt tigandi og siga so mikið, at teir ikki mótmæla sambandi rúnarsteinsins og teirra millum. Høvuðsatvoldin til, at her eru so fá og spjadd brot at finna, man sum fyrr nevnt, vera tann, at menn einaferð í tíðini hava verið á botni í toftunum, teir ruddaðu gomlu eldstaðirnar burtur, og tóku helst í sama viðfangi alt við sær sum nýtandi var; til dømis er annars ikki lætt at greiða, hví eingir handsnældurennlar, ið yvirhøvur eru at finna í sethústoftum, eru her, serliga tá ið vit her hava ein stein, sum fullvæl kann vera klíggjasteinur til gamla vevin (hús II, 12). Nær ið hetta er hent, er annar spurningur. Tað vil so til, at millum steinarnar í smágrótfyllingini í húsi I lógu nøkur leirílátabrot úr brendum móreyðum tilfari, eitt brún= glarað innan, eitt grønglarað uttan; bæði av trom (hús I, J, 6); eftir tilfari og sniði kunna tey vera frá 1500 árunum, Steensberg.16 Hvørt sum er, onkuntíð aftaná 1500 árini, tó ikki longur enn, at eingin veit um tað at siga, hava menn ruddað toftirnar undir bø. Nú er tað søgnin um mannin, sum búði í Eingjartoftum; tó at eingin veit at greiða frá, nær ið hann livdi, ella hvar ið hús hansara stóðu, kann tað fyri alt tað hava verið um hetta mundið og vera hann, sum breyt niður veggirnar í húsi I og slættaði lendið; og ikki er óhugsandi heldur, at hann hevur tikið sær hús II, sum tá stóðu sum toft, til bústað eina tíð; eingir leysfundir vísa hetta, men grúgvan inni móti suðurvegginum stendur so høgt í mun til ta gomlu gólvskónina (3. mynd, ysll,50 m), at tað sær út sum, einhvør ikki hevur gjørt sær tann ómak at sópa hana burtur, men bara hevur laðað eina grúgvu omaná hana; og væl kann tað vera, at sami maður eisini hevur laðað tvørveggin. Hetta er ikki kannað gjøllari fyri ikki at órógva til seinri rannsókna.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.