Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 65
Bústaður í Eingjartoftum, Sandavági
71
hesum fundi, men eisini av øðrum rannsóknum, har ið
tíðarfestingin er heilt ivasom.
Hetta eydnaðist bara fyri ein part, tí at forngripirnir
vóru fáir og siga ov lítið, eisini tí at alt er brot og tað av
heldur vanligum búnýtum, ið kunna hava verið nýtt langar
tíðir. Kortini eru teir ikki heilt tigandi og siga so mikið, at
teir ikki mótmæla sambandi rúnarsteinsins og teirra millum.
Høvuðsatvoldin til, at her eru so fá og spjadd brot at
finna, man sum fyrr nevnt, vera tann, at menn einaferð í
tíðini hava verið á botni í toftunum, teir ruddaðu gomlu
eldstaðirnar burtur, og tóku helst í sama viðfangi alt við
sær sum nýtandi var; til dømis er annars ikki lætt at greiða,
hví eingir handsnældurennlar, ið yvirhøvur eru at finna í
sethústoftum, eru her, serliga tá ið vit her hava ein stein, sum
fullvæl kann vera klíggjasteinur til gamla vevin (hús II, 12).
Nær ið hetta er hent, er annar spurningur. Tað vil so
til, at millum steinarnar í smágrótfyllingini í húsi I lógu
nøkur leirílátabrot úr brendum móreyðum tilfari, eitt brún=
glarað innan, eitt grønglarað uttan; bæði av trom (hús I,
J, 6); eftir tilfari og sniði kunna tey vera frá 1500 árunum,
Steensberg.16 Hvørt sum er, onkuntíð aftaná 1500 árini,
tó ikki longur enn, at eingin veit um tað at siga, hava
menn ruddað toftirnar undir bø. Nú er tað søgnin um
mannin, sum búði í Eingjartoftum; tó at eingin veit at
greiða frá, nær ið hann livdi, ella hvar ið hús hansara stóðu,
kann tað fyri alt tað hava verið um hetta mundið og vera
hann, sum breyt niður veggirnar í húsi I og slættaði lendið;
og ikki er óhugsandi heldur, at hann hevur tikið sær hús II,
sum tá stóðu sum toft, til bústað eina tíð; eingir leysfundir
vísa hetta, men grúgvan inni móti suðurvegginum stendur so
høgt í mun til ta gomlu gólvskónina (3. mynd, ysll,50 m),
at tað sær út sum, einhvør ikki hevur gjørt sær tann ómak
at sópa hana burtur, men bara hevur laðað eina grúgvu
omaná hana; og væl kann tað vera, at sami maður eisini
hevur laðað tvørveggin. Hetta er ikki kannað gjøllari fyri
ikki at órógva til seinri rannsókna.