Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 66

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 66
72 Bústaður í Eingjartoftum, Sandavági Vit skuldu so her haft eitt mark aftur í tíðina fyri, nær ið toftirnar eru tiknar niður; eftir er at vita, um tað ber til at tíðarfesta tær. Fyrst er at geva gætur, at bústaðurin stendur høgt í bønum, meðan elstu býlingar í bygdini, menn vita um, stóðu niðri við ella oman móti strondini. Vit hava enn fá rannsakað samdømi, men eftir skrásetingum og arbeiðis* ætlan okkara skuldu elstu bústaðirnir staðið so langt frá sjónum sum gjørligt við víðum útsýni. Eitt vist dømi um hetta hava vit í Syðrugøtu,5 har bústaður er uppi undir gørðunum við morenuheygi sum bak, nakað sum her, og har funnin vórðu óglarað leirílát, ið mega vera úr víkinga* øld. Sum gripaskráin her vísir eru í húsum II funnin óglarað leirílátabrot (hús II, 11, 17, 18), ið uttan iva eru evnað sum tey í Syðrugøtu; og vit leggja dent á, at tey bara eru funnin í húsi II, einki í húsi I. Fyri tí verður sjálvandi ikki sagt, at tey í hesum føri eisini eru úr víkingaøld, so= vorðin leirílát eru ivaleyst evnað langt upp í tíðina her á landi, og fundumstøðurnar her gera tað í vissum førum eisini ivasamt; men tey loyva okkum helst kortini at fara nakað langt aftur við tíðarfesting húsanna. Tað sama Ioyvir okkum laðingarhátturin: veggir laðaðir av rundbøllingum við moldífylling, sum vit nú vita var vanligur í víkingaøld og tíðliga í miðøld. Fyri miðøld tala eisini skilliga bronsu* ílátabrotini; bronsuílátastoyting tekur seg upp í Noregi í 1200=árunum, men heilt vanlig, í skjølum og fundum, verða bronsuílát ikki fyrrenn nakað seinri, í 1400—1500=4runum, Grieg.10 í íslandi eru funnin rættiliga nógv, av teimum eru summi við vissu frá 13. og 14. øld.9 Nú er ikki leivt okkum hvørki føtur ella oyri av grýtuni (hús II, 13), men brotið sýnir, at hon hevur verið stór og hevði 3 rípur um búkin eins og grýtur í Danmark og Noregi frá 14. øld og 15. øld, Grieg.11 Burtur úr hesum skuldu vit fingið, at hús II eru bygd tíðliga í miðøld og fólk hava búleikað har alla miðøldina til 1400»árini ella seinast 1500=árini.
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128
Blaðsíða 129
Blaðsíða 130

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.