Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 66
72
Bústaður í Eingjartoftum, Sandavági
Vit skuldu so her haft eitt mark aftur í tíðina fyri, nær
ið toftirnar eru tiknar niður; eftir er at vita, um tað ber
til at tíðarfesta tær.
Fyrst er at geva gætur, at bústaðurin stendur høgt í
bønum, meðan elstu býlingar í bygdini, menn vita um,
stóðu niðri við ella oman móti strondini. Vit hava enn fá
rannsakað samdømi, men eftir skrásetingum og arbeiðis*
ætlan okkara skuldu elstu bústaðirnir staðið so langt frá
sjónum sum gjørligt við víðum útsýni. Eitt vist dømi um
hetta hava vit í Syðrugøtu,5 har bústaður er uppi undir
gørðunum við morenuheygi sum bak, nakað sum her, og
har funnin vórðu óglarað leirílát, ið mega vera úr víkinga*
øld. Sum gripaskráin her vísir eru í húsum II funnin óglarað
leirílátabrot (hús II, 11, 17, 18), ið uttan iva eru evnað
sum tey í Syðrugøtu; og vit leggja dent á, at tey bara eru
funnin í húsi II, einki í húsi I. Fyri tí verður sjálvandi
ikki sagt, at tey í hesum føri eisini eru úr víkingaøld, so=
vorðin leirílát eru ivaleyst evnað langt upp í tíðina her á
landi, og fundumstøðurnar her gera tað í vissum førum
eisini ivasamt; men tey loyva okkum helst kortini at fara
nakað langt aftur við tíðarfesting húsanna. Tað sama Ioyvir
okkum laðingarhátturin: veggir laðaðir av rundbøllingum
við moldífylling, sum vit nú vita var vanligur í víkingaøld
og tíðliga í miðøld. Fyri miðøld tala eisini skilliga bronsu*
ílátabrotini; bronsuílátastoyting tekur seg upp í Noregi í
1200=árunum, men heilt vanlig, í skjølum og fundum, verða
bronsuílát ikki fyrrenn nakað seinri, í 1400—1500=4runum,
Grieg.10 í íslandi eru funnin rættiliga nógv, av teimum
eru summi við vissu frá 13. og 14. øld.9 Nú er ikki leivt
okkum hvørki føtur ella oyri av grýtuni (hús II, 13), men
brotið sýnir, at hon hevur verið stór og hevði 3 rípur um
búkin eins og grýtur í Danmark og Noregi frá 14. øld og
15. øld, Grieg.11
Burtur úr hesum skuldu vit fingið, at hús II eru bygd
tíðliga í miðøld og fólk hava búleikað har alla miðøldina
til 1400»árini ella seinast 1500=árini.