Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 81
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
87
søgumanninum átti at tykjast vera eyðkenniligt fyri bygd=
ina. Eg spurdi eisini um navn og aldur á frásogumanninum.
í Ieiðbeiningini legði eg eisini við, at frásøgumaðurin
mátti ikki lesa orðini, men mátti verða spurdur um fram«
burðin, t. d.: »Siga tygum bendil ella bendul?«
Sjálv útfyllingin av spyrjiblaðnum kundi vera heilt ein=
fald, t. d. »il« fyri framburðin »bendil« og »ul« fyri fram*
burðin »bendul«.
Tey svar, eg fekk frá lærarunum í 34 bygdum eru mikil
partur av tilfarinum til eftirkanning mína. Tað skilst av
svarunum, at lærararnir í flestøllum førum høvdu verið væl
kunnugir við fólkið í bygdini og tí høvdu kunnað funnið
bestu frásøgumenninar at fara til. Nógvir hava skrivað long
brøv við virðismiklum viðmerkingum afturat teimum út*
fyltu spyrjibløðunum og umframt sagt frá øðrum týðandi
lutum, m. a. er greitt frá hinum fínaru smámununum í máh
ljóðunum í hinum ymsu bygdunum. Bert nakrar fáar niður<=
skrivingar eru so skilliga skriftávirkaðar, at eg havi ikki
viljað nýta tær. Samantikið góvu svarini til spyrjibløðini
meira, enn eg hevði torað at vænta mær.
Til at royna spyrjiblaðið — hvussu væl tað var nýtandi
— spurdi eg sjálvur eftir hetta 17 fólk í ymsum bygdum.
Meginpartin av hesum samrøðum tók eg samstundis upp
á ljóðband.
Áðrenn eg sigi frá høvuðsúrslitunum úr fonematisku
kanningini hjá mær, fari eg at greiða frá summum, ið kann
gera úrslitið skeivt, og sum ansað má vera eftir í eftir*
kanning av hesum slag.
a) Niðurskrivarin kann »hoyra skeivt«, t. e. hann kennir
sjálvljóð fyri i, tá hann átti at skriva u, og hin vegin. Hetta
kann lættliga henda, tá endingarhjáljóðið er óvist, neutralt.
Niðurskrivarin kann eisini villast av síni egnu uppfatan av,
hvussu sjálvljóðið átti at verið framborið. Og um nú niður=
skrivarin sjálvur hevur annan framburð enn frásøgumaðurin,
so kanska hann uppfatar ikki ymsar ljóðsmámunir sum
ymis málljóð (fonem) á sama hátt sum frásøgumaðurin. Og