Fróðskaparrit - 01.01.1961, Síða 81

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Síða 81
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u 87 søgumanninum átti at tykjast vera eyðkenniligt fyri bygd= ina. Eg spurdi eisini um navn og aldur á frásogumanninum. í Ieiðbeiningini legði eg eisini við, at frásøgumaðurin mátti ikki lesa orðini, men mátti verða spurdur um fram« burðin, t. d.: »Siga tygum bendil ella bendul?« Sjálv útfyllingin av spyrjiblaðnum kundi vera heilt ein= fald, t. d. »il« fyri framburðin »bendil« og »ul« fyri fram* burðin »bendul«. Tey svar, eg fekk frá lærarunum í 34 bygdum eru mikil partur av tilfarinum til eftirkanning mína. Tað skilst av svarunum, at lærararnir í flestøllum førum høvdu verið væl kunnugir við fólkið í bygdini og tí høvdu kunnað funnið bestu frásøgumenninar at fara til. Nógvir hava skrivað long brøv við virðismiklum viðmerkingum afturat teimum út* fyltu spyrjibløðunum og umframt sagt frá øðrum týðandi lutum, m. a. er greitt frá hinum fínaru smámununum í máh ljóðunum í hinum ymsu bygdunum. Bert nakrar fáar niður<= skrivingar eru so skilliga skriftávirkaðar, at eg havi ikki viljað nýta tær. Samantikið góvu svarini til spyrjibløðini meira, enn eg hevði torað at vænta mær. Til at royna spyrjiblaðið — hvussu væl tað var nýtandi — spurdi eg sjálvur eftir hetta 17 fólk í ymsum bygdum. Meginpartin av hesum samrøðum tók eg samstundis upp á ljóðband. Áðrenn eg sigi frá høvuðsúrslitunum úr fonematisku kanningini hjá mær, fari eg at greiða frá summum, ið kann gera úrslitið skeivt, og sum ansað má vera eftir í eftir* kanning av hesum slag. a) Niðurskrivarin kann »hoyra skeivt«, t. e. hann kennir sjálvljóð fyri i, tá hann átti at skriva u, og hin vegin. Hetta kann lættliga henda, tá endingarhjáljóðið er óvist, neutralt. Niðurskrivarin kann eisini villast av síni egnu uppfatan av, hvussu sjálvljóðið átti at verið framborið. Og um nú niður= skrivarin sjálvur hevur annan framburð enn frásøgumaðurin, so kanska hann uppfatar ikki ymsar ljóðsmámunir sum ymis málljóð (fonem) á sama hátt sum frásøgumaðurin. Og
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.