Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 106
112
Óðalsrætturin í Føroyum
himmelstrøg har givet tanken en juridisk betydning, men
som ideel begrundelse, mytisk og religiøs, har man vel nok
kendt den. Den døde ejede det hele. Arven er da et stort
og mærkeligt begreb. Til den hører ikke bare jord, gárd,
kvæg og andre herligheder, men ogsá ættens levende med»
lemmer, dens kraft og lykke. Og det er til den døde, hus»
bonden henvender sig for at fá varsler, rád, forskrifter. »At
sidde ude« hed det i oldnordisk tid, nár ætmanden spurgte
den døde. Han sad da pá højen ved nattetid og kom ved
galder til at tale med dødningen. Den mægtige æts ude*
sidder var thulen, en mager og seer med en ensom, for*
færdelig viden«.
Ættarinnar rættur til jørðina hevur soleiðis røtur Iangt
afturi í tíðini. Danmark viðvíkjandi vil Martin A. Hansen
føra hann aftur til jatnastovutíðina. Gustav Heber vil
Noregi viðvíkjandi føra hann heilt aftur til ístíðina. Hann
sigur, at veiðumenninir á teim ymsu búplássunum — og
hesir kunnu hálvavegna javnmetast við eina ætt — mettu
seg »i fellesskap á eje hele det territorium sá vel til lands
som til sjøs, som de mente nærmest tillá deres felles bo»
plass« (I, s. 24). Tað er kortini heldur ivasamt, um teir
minni mentaðu veiðimenninir hava havt eina fasta uppfatan
av ættarinnar rætti til jørðina og av sjálvum ættarhugtak*
inum. Tílík áskoðan er helst fyrstu ferð framkomin, tá ið
umskipað varð til veruligan landbúnað.
II. Ættarinnar rættur i teim norrønu landslagslógunum.
í ættarsamfelagnum kundi avhending av jørðini ikki fara
fram. Hon hoyrdi jú ættini til. Arvaskifti kom heldur ikki
fyri. Jørðin gekk óbýtt frá slektarlið til slektarlið. Døturnar
giftust burtur og komu tessvegna í eina nýggja ætt. Syn*
irnir vórðu sitandi á garðinum, og tá ið tað trongdist á ættar*
garðinum kundu teir yngru synirnir rýma heiman og stovna
ein nýggjan garð á teim stóru, villini heiðum.
So hvørt sum fólkatalið øktist, minkaðu møguleikarnir