Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 107

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 107
Óðalsrætturin í Føroyum 113 at stovna nýggjar garðar úti í haganum, og samstundis vaks talið á teim húskum, sum máttu sita á ættargarðinum. Loks» ins varð tað tí neyðturviligt at skifta garðin sundur. Brúkið av garðinum er helst vorðið skift millum húskini, men so við og við er skiftingin farin fram eftir fastari skipan og lutvíst eru menn komnir fram til eina veruliga viðurkenning av ognarrættinum til teir ymsu partarnar av garðinum. Komnir so langt, hevur neyðugt verið at ásanna, at jørð kundi verða avhendað, men upprunaliga hava teir einans kunna selt jørðina í ítarstu neyð, smb. 3. Mós. 25, 25: »Verður bróðir tín fátækur og má selja nakað av jørð síni«. Innan fyri tað norrøna mentunarøkið kemur hetta týðu» ligast fram í teim svensku landslagslógunum. I Gøtalagen (kap. 28) stendur soleiðis, at eingin má selja sína jørð, uttan neyðin noyðir hann til tess, og sjálvt í tí føri kundi jørðin einans seljast til ættarmenn. Fyrst skuldi hon verða boðin næstrafólkinum. Vóru tey ikki før fyri at keypa, skuldi hon bjóðast teimum, ið vóru longur burtur í ætt, »men jord má aldrig kópas utom átten«. Tann sum kortini seldi sína fedrannajørð slapp ikki at arva brøður og frændur og misti rættin til mannabót. í einum uppískoyti til lógina verður umrøtt (2—63—2), at tann sum — tá ið neyðin ikki strongdi á — søplaði jørð, ið gav 3 merkur í leigu, burtur, skuldi missa hálsin og konan útihýsast úr kirkjuni. í hesum sambandi verður eisini at nevna fyriskipanina í Yngre Vást« gótalagen (Jorda=Balk 5) um, at konufólk ikki má selja jørð, »om icke hunger driver henne dártil eller brist pá kláder eller annat trángmál«. Samsvarandi skipanir eru at finna í ymsum øðrum svensk* um landslagslógum, men eru ókendar í teim norsku og donsku landslagslógunum. Kortini er ikki ovboðið at halda, at bann eisini her hevur verið móti jarðarsølu — uttan í tí føri, at neyðin hevur verið atvold til tess. Ein leivd av hesum er kanska at finna í Jútsku lóg I — 34, har tað í brotum ljóðar í innganginum: »Bondæ ma sin eghæn iord sælæ hwem sum han wil . . .« Rætt er, at tað er mest nat» 8
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.