Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 107
Óðalsrætturin í Føroyum
113
at stovna nýggjar garðar úti í haganum, og samstundis vaks
talið á teim húskum, sum máttu sita á ættargarðinum. Loks»
ins varð tað tí neyðturviligt at skifta garðin sundur. Brúkið
av garðinum er helst vorðið skift millum húskini, men so
við og við er skiftingin farin fram eftir fastari skipan og
lutvíst eru menn komnir fram til eina veruliga viðurkenning
av ognarrættinum til teir ymsu partarnar av garðinum.
Komnir so langt, hevur neyðugt verið at ásanna, at jørð
kundi verða avhendað, men upprunaliga hava teir einans
kunna selt jørðina í ítarstu neyð, smb. 3. Mós. 25, 25:
»Verður bróðir tín fátækur og má selja nakað av jørð síni«.
Innan fyri tað norrøna mentunarøkið kemur hetta týðu»
ligast fram í teim svensku landslagslógunum. I Gøtalagen
(kap. 28) stendur soleiðis, at eingin má selja sína jørð,
uttan neyðin noyðir hann til tess, og sjálvt í tí føri kundi
jørðin einans seljast til ættarmenn. Fyrst skuldi hon verða
boðin næstrafólkinum. Vóru tey ikki før fyri at keypa,
skuldi hon bjóðast teimum, ið vóru longur burtur í ætt,
»men jord má aldrig kópas utom átten«. Tann sum kortini
seldi sína fedrannajørð slapp ikki at arva brøður og frændur
og misti rættin til mannabót. í einum uppískoyti til lógina
verður umrøtt (2—63—2), at tann sum — tá ið neyðin ikki
strongdi á — søplaði jørð, ið gav 3 merkur í leigu, burtur,
skuldi missa hálsin og konan útihýsast úr kirkjuni. í hesum
sambandi verður eisini at nevna fyriskipanina í Yngre Vást«
gótalagen (Jorda=Balk 5) um, at konufólk ikki má selja
jørð, »om icke hunger driver henne dártil eller brist pá
kláder eller annat trángmál«.
Samsvarandi skipanir eru at finna í ymsum øðrum svensk*
um landslagslógum, men eru ókendar í teim norsku og
donsku landslagslógunum. Kortini er ikki ovboðið at halda,
at bann eisini her hevur verið móti jarðarsølu — uttan í tí
føri, at neyðin hevur verið atvold til tess. Ein leivd av
hesum er kanska at finna í Jútsku lóg I — 34, har tað í
brotum ljóðar í innganginum: »Bondæ ma sin eghæn iord
sælæ hwem sum han wil . . .« Rætt er, at tað er mest nat»
8