Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 109

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 109
Óðalsrstturin í Føroyum 115 Vástgotalagen yngru ljóðaði treytin soleiðis, at jarðarvirðið skuldi ásetast av serligum metingarmonnum, og sambart Upplandslagen (Jordabolk 1) skuldi ein mork í reinum silvuri gjaldast fyri hvønn »ørtug« ella »attung« av jørð, t. e. '/» av »hundradland«; tað er lendi, sum stórthundrað bundi kundu fáast av. Sambart norsku Gulatingslógina (gr. 266) skuldi jørðin metast til loysing. »Løgboðsskylda« og »loysingarrættur« eru soleiðis tvinnar síður av sama málevni, men loysingarrætturin verður tó ikki altíð treytaður av, at løgboðsskyldan verður lúkað. Sum áður nevnt høvdu ættfrændirnir rætt sambart J.L. 1 — 34 at krevja skeytið aftur, um jørðin var skeytað burtur, áðrenn løgboð var farið fram. Ein líkan rætt høvdu frændirnir sambært Vástgótalagen yngru, ja, sjálvt í tí føri, at teir høvdu sýtt fyri at keypa jørðina fyri tann virðismetta prísin. í slíkum føri kundu teir, um jørðin var vorðin seld fyri ein lægri prís loyst hana fyri ta hædd, sum tann, ið var burtur úr ætt, hevði boðið at gjalda. I Gulatingslógini gr. 265—69 standa greiniligar fyriskipanir um óðalslausn (óðalsloysing) hjá tí fremmanda, ið hevði ognað sær slíka jørð, og líkar skipanir eru at finna í Frostatingslógini (XII — 6). í hinum norrønu Iandslagslógunum er rætturin til at fáa jørðina aftur frá honum, ið møguliga hevur ognað sær hana, helst ókendur, men her má vera havt í huga, at nakrar av teim svensku lógunum bannaðu jarðarsølu, burtursæð frá tí føri, har neyðin noyddi til tess. 1 Skánalóg stendur tyðuliga og greitt, at ættarmenninir ikki kunnu ogna sær jørðina aftur frá keyparanum, men Anders Sunesen til* skilar kortini í parafrasu síni (gr. 19), at summir hava ta uppfatan, at keyparin ikki kann sita við jørðini, uttan selj* arin við tólvmannaeiði førir prógv fyri, at ættarmenninir hava sýtt fyri at keypa jørðina ti! rættan prís. Forkeypsrætturin hjá slektini til jørðina er kendur frá mongum ymsum fólkasløgum. í Bíbliuni standa í 3. Mós. 25, 24 og út eftir greiniligar fyriskipanir um loysingarrætt, smbr. eisini Rutarbók 4, 1 ff. í gomlum fronskum rætti er
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.