Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 115
Óðalsrætturin í Føroyum
121
»Bunader Bolcker« í Gulatingslógini hava óivað verið
uppfataðir sum landsleigubólkurin (G. 72—102), sum ikki
bert hava fyriskipanir um jarðarleigu, men eisini fleiri reglur
um vanlig landbúnaðarrættarlig viðurskifti. Men reglurnar
fyri óðalsrætti eru at finna í eini serskildari deild i lógini
um óðalsloysing (G. 265—94), og tí eru tær helst ikki
komnar við í undantøkuni í rættarbótini frá 1273. Fyri*
skipaninar í Gulatingslógini um óðalsrætt mugu tí hava
fingið gildi í Føroyum í seinasta lagi 1273. Møguliga hava
óðalsrættarreglur verið áður, men avgjørt prógv er einki
fyri tí.
Longu árið eftir — 1274 — varð Gulatingslógin í Noreg
avloyst av landslóg Magnusar Løgbøta. Henda lóg varð
kortini ikki samtykt á norsku tingunum vestanfjalla fyrr
enn í árunum 1275—76, og hon hevur neyvan fingið gildi
í Føroyum frammanundan. Hinvegin er tað avgjørt, at hon
hevur havt gildi her. Besta prógvið fyri tí er, at hon er at
finna í øllum teim handritum, har Seyðabrævið frá 1298
stendur, og harafturat, at sjálvt Seyðabrævið vísir til hana
í fleiri støðum. í innganginum til Seyðabrævið gr. 1 verður
enntá sagt, at henda fyriskipan skal vera ein útfylling av
tí sum »æigi stendr i lovbok Jræiri er varr en virðuligi
herra Magnus konungr hinn koronadi gaf oss ok menn
samjrycktu a alj3Íngi«. Av hesum sæst, at landslógin frá
1274 beinleiðis er samtykt á Føroya Iøgtingi, ið hvussu so
er áðrenn 1298, og helst áðrenn deyða Magnusar Løgbøta
í 1280.
Fyriskipanirnar í landslógini um óðalsrætt eru at finna í
VI. deild, sum snýr seg um landabrigði, t. v. s. loysn av
jørð, sum aðrir eiga. í VI —2 verða fýra hættir nevndir, sum
óðalsrætturin kann ognast eftir. Hin týdningarmesti er, at
»jørð liggr undir sama ættlegg 60 vetra eða lengr«. Henda
regla lýsir eina mikla skerjan í mun til krøvini í Gulatings*
lógini um 6 ættarlið. Annars skerdi landslógin ættarliðtalið
til 4, men henda regla fekk ikki stóran týdning saman við
fyriskipanini um 60 vetra óðalshevd. Hvat viðvíkti forkeyps*