Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 115

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 115
Óðalsrætturin í Føroyum 121 »Bunader Bolcker« í Gulatingslógini hava óivað verið uppfataðir sum landsleigubólkurin (G. 72—102), sum ikki bert hava fyriskipanir um jarðarleigu, men eisini fleiri reglur um vanlig landbúnaðarrættarlig viðurskifti. Men reglurnar fyri óðalsrætti eru at finna í eini serskildari deild i lógini um óðalsloysing (G. 265—94), og tí eru tær helst ikki komnar við í undantøkuni í rættarbótini frá 1273. Fyri* skipaninar í Gulatingslógini um óðalsrætt mugu tí hava fingið gildi í Føroyum í seinasta lagi 1273. Møguliga hava óðalsrættarreglur verið áður, men avgjørt prógv er einki fyri tí. Longu árið eftir — 1274 — varð Gulatingslógin í Noreg avloyst av landslóg Magnusar Løgbøta. Henda lóg varð kortini ikki samtykt á norsku tingunum vestanfjalla fyrr enn í árunum 1275—76, og hon hevur neyvan fingið gildi í Føroyum frammanundan. Hinvegin er tað avgjørt, at hon hevur havt gildi her. Besta prógvið fyri tí er, at hon er at finna í øllum teim handritum, har Seyðabrævið frá 1298 stendur, og harafturat, at sjálvt Seyðabrævið vísir til hana í fleiri støðum. í innganginum til Seyðabrævið gr. 1 verður enntá sagt, at henda fyriskipan skal vera ein útfylling av tí sum »æigi stendr i lovbok Jræiri er varr en virðuligi herra Magnus konungr hinn koronadi gaf oss ok menn samjrycktu a alj3Íngi«. Av hesum sæst, at landslógin frá 1274 beinleiðis er samtykt á Føroya Iøgtingi, ið hvussu so er áðrenn 1298, og helst áðrenn deyða Magnusar Løgbøta í 1280. Fyriskipanirnar í landslógini um óðalsrætt eru at finna í VI. deild, sum snýr seg um landabrigði, t. v. s. loysn av jørð, sum aðrir eiga. í VI —2 verða fýra hættir nevndir, sum óðalsrætturin kann ognast eftir. Hin týdningarmesti er, at »jørð liggr undir sama ættlegg 60 vetra eða lengr«. Henda regla lýsir eina mikla skerjan í mun til krøvini í Gulatings* lógini um 6 ættarlið. Annars skerdi landslógin ættarliðtalið til 4, men henda regla fekk ikki stóran týdning saman við fyriskipanini um 60 vetra óðalshevd. Hvat viðvíkti forkeyps*
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.