Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 117
Óðalsrætturin í Føroyum
123
frá Mikkjalsmessudegi s. á. at rokna, varð óðalshevdtíðin
skerd til 20 ár, og umframt óðalshevd kennir lógin einans
makaskifti av óðalsjørð sum grundarlag fyri at ogna sær
óðalsrætt (N. L. 5-5—1). Annars eru reglurnar um óðals<
rættin at finna í N. L. 5—3—1 til 16.
Fyriskipanirnar í Norsku lóg um óðalsrætt høvdu gildi
í Føroyum í 100 ár. Tær vórðu avloystar av reglunum í
fyriskipan frá 14. januar 1771 um óðalsrættin í Noregi, sum
vórðu kunngjørdar at galda fyri Føroyar á Ólavsøkuting*
inum 1789.
t Europu var í hesi 100 ár hend ein broytan í sjálvum
sjónarmiðnum um framíhjárættin hjá slektini til jørðina, og
tessvegna kann tað kanska vera hóskandi fyrst at líta at
tilgongdini uttanfyri Føroyar.
IV. Tilgongdin uttan fyri Føroyar.
í Sviaríki vórðu tær ymsu landslagslógirnar umleið 1350
savnaðar saman í Landslóg Magnusar Eirikssonar, har fyri*
skipanirnar um bórdsrátten vórðu tiknar uppí, soleiðis at
meginreglan paterna paternis, materna maternis, ið sum áður
nevnt einans hevði havt gildi eftir Ostgótalagen, nú gjørdist
vanlig. Lógboð skuldi fara fram á trimum tingum, síðan
kundi bórdemannen við eitt ára fresti innloysa jørðina fyri
tann prís, sum varð ásettur av serligum metingarmonnum.
í býarlóg Magnusar Eirikssonar eru eisini fyriskipanir at
finna um bórdsrátt, men frestirnar eru stytri her. Reglurnar
í landslógini og býarlógini vórðu savnaðar saman í Svia«
ríkis Ríkis Lóg 1734, har reglurnar um bórdsrátt vórðu
uppí tiknar. Bórdsrátten var galdandi í býunum til 1857
og úti á bygdunum til 1863, men kortini eru enn nakrar
leivdir at finna (sjá Unden II, 1 s. 142).
í Danmørk fell løgboðsskyldan fyri keypsstaðargóðs
burtur í 16. øld og fyri jarðargóðsi hjá aðalinum við Keyp=
mannahavnar reces hjá Kristjani triðja frá 1547. Annars
vórðu reglur tiknar upp í Donsku Lóg hjá Kr. V. frá 1683,