Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 117

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 117
Óðalsrætturin í Føroyum 123 frá Mikkjalsmessudegi s. á. at rokna, varð óðalshevdtíðin skerd til 20 ár, og umframt óðalshevd kennir lógin einans makaskifti av óðalsjørð sum grundarlag fyri at ogna sær óðalsrætt (N. L. 5-5—1). Annars eru reglurnar um óðals< rættin at finna í N. L. 5—3—1 til 16. Fyriskipanirnar í Norsku lóg um óðalsrætt høvdu gildi í Føroyum í 100 ár. Tær vórðu avloystar av reglunum í fyriskipan frá 14. januar 1771 um óðalsrættin í Noregi, sum vórðu kunngjørdar at galda fyri Føroyar á Ólavsøkuting* inum 1789. t Europu var í hesi 100 ár hend ein broytan í sjálvum sjónarmiðnum um framíhjárættin hjá slektini til jørðina, og tessvegna kann tað kanska vera hóskandi fyrst at líta at tilgongdini uttanfyri Føroyar. IV. Tilgongdin uttan fyri Føroyar. í Sviaríki vórðu tær ymsu landslagslógirnar umleið 1350 savnaðar saman í Landslóg Magnusar Eirikssonar, har fyri* skipanirnar um bórdsrátten vórðu tiknar uppí, soleiðis at meginreglan paterna paternis, materna maternis, ið sum áður nevnt einans hevði havt gildi eftir Ostgótalagen, nú gjørdist vanlig. Lógboð skuldi fara fram á trimum tingum, síðan kundi bórdemannen við eitt ára fresti innloysa jørðina fyri tann prís, sum varð ásettur av serligum metingarmonnum. í býarlóg Magnusar Eirikssonar eru eisini fyriskipanir at finna um bórdsrátt, men frestirnar eru stytri her. Reglurnar í landslógini og býarlógini vórðu savnaðar saman í Svia« ríkis Ríkis Lóg 1734, har reglurnar um bórdsrátt vórðu uppí tiknar. Bórdsrátten var galdandi í býunum til 1857 og úti á bygdunum til 1863, men kortini eru enn nakrar leivdir at finna (sjá Unden II, 1 s. 142). í Danmørk fell løgboðsskyldan fyri keypsstaðargóðs burtur í 16. øld og fyri jarðargóðsi hjá aðalinum við Keyp= mannahavnar reces hjá Kristjani triðja frá 1547. Annars vórðu reglur tiknar upp í Donsku Lóg hjá Kr. V. frá 1683,
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.