Fróðskaparrit - 01.01.1961, Síða 124

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Síða 124
130 Óðalsrætturin í Føroyum annars í síni heild til ta norsku fyriskipanina frá 5. apríl 1811, tó varð í gr. 4 sett ein regla sum skuldi miða ímóti at røkja áhugamálini hjá veðhavarum og øðrum ognarum. í innganginum til fyriskipanina verður sagt, at hon hevur í hyggju lutvíst »at forebygge de Stridigheder«, har óðals* loysingarrætturin »idelig giver Anledning«, og lutvíst »med Vedligeholdelse af selve Rettigheden, at afhielpe de skade* lige Indskrænkninger i Eiendomsretten over Jord, som den for Tiden medfører«. Av hesum orðum sæst týðuliga, at tað eru sjónarmiðini hjá Ørsted viðvíkjandi óðalsrættinum, sum her koma til sjóndar. í 4. bindi av síni »Haandbog over den danske og norske Lovkyndighed«, sum kom út í 1829, helt Ørsted fast við sitt gamla sjónarmið til óðals^ rættin, og hann sigur m. a. (s. 117), at hon »indeholder en fordærvelig Hindring for Eiendommenes frie og hensigts= mæssige Benyttelse« og (s. 118) »at det Princip, der ligger til Grund for Odelsretten, er erkearistokratisk, og at den, hvis dens oprindelige Væsen ikke Tid efter anden var blevet lempet ved Lovene, vilde have til Følge, at Ingen kunde med nogen Sikkerhed eie et Jordegods, som ei nedstam* mede fra den Familie, der i en Række Generationer havde besiddet samme, og tillige var den nærmeste i Æten«. Vónirnar um, at fyriskipanin frá 14. januar 1829 skuldi byrgja fyri óðalstrætumálum komu ikki at vera so sum roknað hevði verið við. Tað vóru fleiri tílíkar rættarsakir í teim næstu ártíggjunum. Sorinskrivarin Georg Flemming Tillisch, sum var ein yngri bróður áðurnevnda amtmann Chr. Ludvig Tillisch, nýtti dómin í eini slíkari óðalsloysí ingarsøk (FRD. 29/11 1845) til at koma fram við nøkrum meira vanligum sjónarmiðum um óðalsrættin. Hann hevði avgjørt somu áskoðan um hann og bróðurin, tá ið hann sigur, at »denne Rettighed til at indløse Jord, som andre lovligen have afhændet«, ikke er »begrundet i almindelige Retsprincipper eller Billighed, men kun har sin Oprindelse fra rent positive Lovbestemmelser«, og sum meira er tað »af alle erkendt, at denne Rettighed i og for sig er skade*
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.