Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 124
130
Óðalsrætturin í Føroyum
annars í síni heild til ta norsku fyriskipanina frá 5. apríl
1811, tó varð í gr. 4 sett ein regla sum skuldi miða ímóti
at røkja áhugamálini hjá veðhavarum og øðrum ognarum.
í innganginum til fyriskipanina verður sagt, at hon hevur
í hyggju lutvíst »at forebygge de Stridigheder«, har óðals*
loysingarrætturin »idelig giver Anledning«, og lutvíst »med
Vedligeholdelse af selve Rettigheden, at afhielpe de skade*
lige Indskrænkninger i Eiendomsretten over Jord, som den
for Tiden medfører«. Av hesum orðum sæst týðuliga, at
tað eru sjónarmiðini hjá Ørsted viðvíkjandi óðalsrættinum,
sum her koma til sjóndar. í 4. bindi av síni »Haandbog
over den danske og norske Lovkyndighed«, sum kom út
í 1829, helt Ørsted fast við sitt gamla sjónarmið til óðals^
rættin, og hann sigur m. a. (s. 117), at hon »indeholder en
fordærvelig Hindring for Eiendommenes frie og hensigts=
mæssige Benyttelse« og (s. 118) »at det Princip, der ligger
til Grund for Odelsretten, er erkearistokratisk, og at den,
hvis dens oprindelige Væsen ikke Tid efter anden var blevet
lempet ved Lovene, vilde have til Følge, at Ingen kunde
med nogen Sikkerhed eie et Jordegods, som ei nedstam*
mede fra den Familie, der i en Række Generationer havde
besiddet samme, og tillige var den nærmeste i Æten«.
Vónirnar um, at fyriskipanin frá 14. januar 1829 skuldi
byrgja fyri óðalstrætumálum komu ikki at vera so sum
roknað hevði verið við. Tað vóru fleiri tílíkar rættarsakir
í teim næstu ártíggjunum. Sorinskrivarin Georg Flemming
Tillisch, sum var ein yngri bróður áðurnevnda amtmann
Chr. Ludvig Tillisch, nýtti dómin í eini slíkari óðalsloysí
ingarsøk (FRD. 29/11 1845) til at koma fram við nøkrum
meira vanligum sjónarmiðum um óðalsrættin. Hann hevði
avgjørt somu áskoðan um hann og bróðurin, tá ið hann
sigur, at »denne Rettighed til at indløse Jord, som andre
lovligen have afhændet«, ikke er »begrundet i almindelige
Retsprincipper eller Billighed, men kun har sin Oprindelse
fra rent positive Lovbestemmelser«, og sum meira er tað
»af alle erkendt, at denne Rettighed i og for sig er skade*