Fróðskaparrit - 01.01.1969, Page 63
Fólkanøvn í Streymoyar sýslu 1801
71
Eftirnøvn í Streymoyar sýslu 1801
54 ógremd. Presturin Joachim Begtrup vifimerkir serstakliga
Tórshavn viSvíkjandi »at Familierne slet ikke nøjagtigere
kunde optegnes end her staae i Hensigt til Personernes
Antal i hvert Huus, da adskillige Fattige løse og ugivte
Personer ofte flyte omkring og ere snart i et Huus snart
i et andet, hvor dem, mod ringe Vederlag, kan tilstedes
Huuslye og Natteleje.«
5 Abrahams- eru 53 ára bóndi og tríggjar 32—50 ára konur
í Vestmanna og ein 50 ára kona í Vík.
2 Adams- eru 8 ára dóttir hins einnevnda A. í Tórshavn og
10 ára ‘fostunbarn í Kirkjubø.
1 Als er 18 ára ógifta dóttir prestaeinkjunnar Elsu Mariu
Winther í Tórshavn. Av sjey heimastøddum børnum hevur
bara Charlotta Amalia hesa navnaviSbót.
9 Anders- eru fimrn i Tórshavn, ein í SySradali, ein í Hesti
og tvey í Kaldbak. Aldur: 24—77 ár.
15 Andreas- eru bóndakona og fýra børn í Kaldibak, bónda-
sonur í KollafirSi, húsmaSur í Leynum, kona í Vestmanna,
bóndi, kona og fýra børn í Haldórsvík og ein bóndasonur
í Tjørnuvík. Aldur: 1—64 ár.
12 Anthonius- eru í somu bygdum sum fornavniS A. og har-
aftrat ein 12 ára genta í KollafirSi.
2 Arants- eru 67 ára og 75 ára menn ávikavist í Tórshavn
og Kaldbak, men Arant er ikki til sum fornavn í Streym-
oyar sýslu 1801.
14 Augustinus- eru í somu bygdum sum fornavniS A. og har-
aftrat á Sundi. Aldur: 6—67 ár.
1 Begtrup er 32 ára ógiftur sóknarprestur Joaohim B. í
SandagerSi.
1 Bentzen er 16 ára sonur prestaeinkjunnar Elsu Mariu
Winther í Tórshavn. Av sjey heimastøddum børnum hevur
bara Petur hesa navnaviSbót.
5 Berents- eru í somu bygdum sum fornavniS B. Tey í Kolla-
firSi eru skrivaS Bernths-.