Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Blaðsíða 2
18
5) skipið fylgir vegleiðingunum frá sjóverjuni og er henni til hjálpar í inningini av
tænastuni, og
6) skipið sigur Fiskivinnustovuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis uppgevur
met yvir veiðunøgd (ósløgdur fiskur), hvørt fiskaslagið sær.
§ 4. Einki skip má nýta upsagarn, sum í nøkrum parti av garninum hevur smærri
meskar enn 150 mm ella størri meskar enn 165 mm.
2. stk. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur hesi mát sambært 1. stk., skal vera fyri seg
sjálvan í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
3. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti
diagnonalt eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum lættliga
ganga gjøgnum meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð fyri vaktartænastuna á land-
leiðini viðvíkjandi meskamáting.
§ 5. Tá skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allurfiskireiðskapur
vera burturstúgvaður á sínum náttúrliga staði.
§ 6. Tað er ikki loyvt at seta og hava standandi fleiri gørn enn hesi eftir manningar-
talinum:
Er manningartalið 6 ella lægri: 150
Er manningartalið 7 ella 8: 210
Er manningartalið millum 9 og 14: 270
Er manningartalið 14 ella hægri: 280
Eru gørnini styttri ella longri enn 15 favnar, verður loyvda garnatalið hækkað ella
lækkað í mun hertil. Skip, ið liggur hjá gørnunum undir fiskiskapi, hevur loyvi at hava
eins nógv gørn umborð, sum tað hevur loyvi at hava standandi í sjónum.
2. stk. Um skip missir garn, hevur skiparin skyldu at gera sítt besta at bjarga ella
dreggja garnið og geva Vaktar- og Bjargingartænastuni fráboðan eisini um positión,
har garnið er mist. Somuleiðis hevur skiparin skyldu at boða Vaktar- og Bjargingar-
tænastuni frá, um tað er eydnast honum at bjarga garninum.
3. stk. Elvør endaboya á hvørjum trossa skal hava stong. Stengurnar skulu ovast
hava flagg og í minsta lagi ein vimpul og um náttina ravgult ljós. Endaboyurnar skulu
vera merktar við havnarkenningarbókstavum og nummari á fiskifarinum.
§ 7. í línuveiðu skulu endaboyurnar hava flagg á stongini og ikki vimpul. Enda-
boyurnar skulu vera merktar við havnarkenningarbókstavum og nummari á fiski-
farinum.
2. stk. A línuni mugu fyri hvørjar hundrað húkar bert 8 verða kalvahúkar og hægst 8
fyri hvørjar 100 favnar av línu.
§ 8. Fiskur, ið ikki stendur niðanfyri nevndu mát, máldur fremst úr høvdinum til
aftast á stertinum, er undirmátsfiskur. Loyvt er ikki at hava tílíkan fisk umborð á
nøkrum skipi, men skal hann verða sleptur út aftur beinanvegin:
Upsi (Pollachius virens) cm 35
Toskur (Gadus morhua) 34
Hýsa (Melanogrammus aeglefinus) 31
Kalvi (Hippoglossus vulgaris) 45