Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Blaðsíða 14
30
fari og takrenna skal vera á, somuleiðis takvindeygu/ljósplátur, sum geva gott og
javnt ljós. Gólvið í húsinum skal vera turt og væl av-veitt og við ið hvussu er 15 cm
grúsi ella sandlagi, ella øðrum minst líka góðum tilfari. Galvar og hurðar skulu vera
úr viði, jarni ella tilsvarandi haldgóðum tilfari. Um húsaveggirnir ikki hava tættan
klædning, skulu teir vera úr metal-neti, sum er fest á grindir (rammur), soleiðis at
tað ber til at sópa undan búrunum við at lata upp netgrindirnar ella lyfta tær upp.
Millum húsini skulu vera ið hvussu er 3 metrar. I húsum við 2 røðum av búrum kann
metal-net verða sett upp báðu megin miðgongdina, t.v.s. at net verður spent úr
grund upp undir búrini og frá ovara kanti á búrunum upp undir tak soleiðis, at
gongdin verður djóratøtt. Verður hetta gjørt, er ikki neyðugt við tøttum klædningi
til veggirnar. Hurð í minkahúsi skal lata seg aftur sjálv og skal haldast læst.
c) Girðing: Um minkagarð skal vera djóratøtt, álítandi girðing at forða fyri, at djórini
sleppa út og at verja fyri órógvi uttanífrá. Girðingin skal vera ið hvussu er 4 metrar
frá minkahúsum og hæddum í lendinum. Girðingin oman jørð skal í minsta lagi
vera 180 cm. Styrkin á girðingini skal vera gjørd eftir reglum um vindmegi, og skal
hon roknast eftir eini vindmegi upp á ið hvussu er 50 m/sek., og annars eftir veður-
umstøðunum á staðnum. Grindin skal vera klædd innan við metal-neti ella tilsvar-
andi sterkum tilfari. Grundin undir girðingini skal vera úr skervbetong ella líka
haldgóðum tilfari og ganga ið hvussu er 40 cm niður í jørð. Á ovara kanti á girð-
ingini skal vera fest ein jarn- ella aluminiumál 50 cm til breiddar soleiðis, at hon
hevur 120° (vinkul) við girðingina fyri innan. Báðumegin við klædningin skal vera
fylt við grúsi ella grovum skervi (ikki sand). Um kavi legst meiri enn 80 cm tjúkkur
innan fyri girðingina, skal hann verða burturbeindur 1,50 m frá girðingini. 011
gongd um girðingina skal vera gjøgnum »forstovu«, sum girðingin er áføst við
báðumegin. Hurðarnar skulu lata aftur sjálvar, og tær skulu kunna læsast. Fyri
durum, sum koyrt verður um, skulu vera rennihurðar, og tær skulu bert kunna
latast upp innanífrá, og soleiðis gjørdar, at ytra og innara hurðin ikki kunnu standa
opnar samstundis.
2. stk. Landsstýrið kann, eftir ummæli frá landbúnaðarráðgevaranum, geva loyvi til
annan bygningshátt, t.d. innilokað høll, um hesin bygningur annars hevur trífaldaða
verju.
3. stk. I hvørjum minkagarði skal vera eitt ásett tal av minkafellum, og nakrar teirra
skulu altíð vera til taks innan fyri girðingina, um minkur sleppur út. Eisini skulu vera í
hvørjum minkagarði nakrir glúpar, tengur og onnur hent amboð at fanga mink við.
4. stk. í hvørjum minkagarði er skylda at halda nágreiniliga skrá yvir øll dýr í
garðinum: Lívdjór, nýlagdar hvølpar og eisini hvølpar og fullvaksin dýr, sum doyggja.
011 dýr, sum misfarast, skulu verða brend beinanvegin, um tey ikki verða send til
rannsóknir.
5. stk. Landbúnaðarráðgevarin hevur rætt til eina og hvørja tíð at lata minkagarð
kanna, um hann er í lógligum standi, og at fyrisett krøv verða hildin, og at tal av dýrum
samsvarar bókum eigarans jbr. L, 2., 3. og 4. stk. Finnur landbúnaðarráðgevarin, at
ábøtur eru neyðugar, hevur eigarin skyldu beinanvegin at gera tær eftir hansara ráðum.
§ 5. Søla av minki innanlands er ikki loyvd, uttan tann, sum keypir og tann minka-
garður, sum dýrini skulu flytast til, hava fingið góðkenning landsstýrisins. Allar sølur
skulu skrásetast hjá seljaranum. Tá ið lívdýr verða flutt millum minkagarðar ella til
sláturs, skal flutningurin vera í tryggum netbúrum og í afturlatnum flutningsførum