Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Side 18
34
Nr. 10.
28. januar.
KUNNGERÐ
um
EEC-fiskiveiðu á landleiðini eftir hotnfiski í 1983.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond
hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleið-
ini kann loyvast øðrum skipum enn trolarum, sum eru skrásett og heimahoyrandi í
EEC-londum, at reka fiskiskap í sjóøki Føroya uttan fyri 12 fjórðingar frá grundlinj-
unum.
2. stk. Loyvast kann 26 navngivnum trolarum, sum eru skrásettir og heimahoyrandi
í EEC-londum, og sum ikki mugu vera longri enn 130 føtur, at fiska uttan fyri 12 fjórð-
ingar frá grundlinjunum. Loyvast kann eisini 48 navngivnum trolarum at fiska uttan
fyri 21 fjórðingar frá grundlinjunum, tó
(a) uttan fyri 24 fjórðingar millum 240° rætvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04”N
06°57’05’V) og 320° rættvísandi úr Barðinum (62°08’30”N 07°27’00”V).
(b) uttan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38”N
06°40’15”V) og 195° rættvísandi úr Akraberg-vita (61°23’38”N 06°40’15”V).
Ikki mugu fleiri enn 39 trolarar vera á landleiðini samstundis, og av teimum í mesta
lagi 13 trolarar, sum ikki mugu vera longri enn 130 føtur.
3. stk. Veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti er ikki loyvd á hesum
leiðum í teimum tilskilaðu tíðarskeiðunum:
a. Alt árið, burtursæð frá tíðarskeiðinum 1. juni til 31. oktober, báðir dagar íroknaðir,
á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi 8 støðini og í hesi raðfylgiu:
1. 60°59’00”N 07°51’00”V,
2. 61°15’30” N 08°16’00” V,
3. 61°13’20” N 08°42’12” V,
4. 61°00’00” N 09°1 l’OO” V,
5. 60°48’40” N 09°25’00” V,
6. 60°25’50” N 09°09’00” V,
7. 60°36’30” N 08°45’00” V,
8. 60°45’40” N 08°37’00” V,
b. I tíðarskeiðinum 15. februar til 30. apríl, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 12
og 20 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62°19’17”
N 07°05’28” V) og 0° rættvísandi úr Norðbergi (62°21’16” N 06°18’00” V).
c. Itíðarskeiðinumfrá 15. februartil 10. apríl, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum
15 og 20 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Norðbergi
(62°21’ 16” N 06° 18’00” V) og 45° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27” N 06° 15’00”
V).
d. I tíðarskeiðinum frá 17. apríl til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 15
og 25 fjórðingar frá grundlinjunum millum 90° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”
N 06°15’00” V) og 90° rættvísandi úr Mjóvanesi (62°07’42” N 06°35’12” V).
e. I tíðarskeiðinum 1. september til 15. oktober, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og