Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Page 20
36
§ 4. Einki skip má nýta skovlváð, trol, snurriváð ella líknandi net, ið verður drigið
gjøgnum sjógvin, sum í nøkrum parti hevur smærri meskar enn 135 mm, tá ið talan er
um bummull, hamp, polyamid ella polyester fipur; er talan um annað tilfar, ikki
smærri meskarenn 145 mm. Taðer ikki loyvt at snøra posan, tóer loyvt at knýta tilfar,
ið bert verður fest framman og á síðurnar á posanum, til undirsíðuna á trolposanum
(cod-endanum) fyri at minka um slit.
2. stk. Fráreglunií 1. stk. verður í tíðarskeiðinum 1. februar-31. oktober 1983gjørt
tað undantakið, at loyvt verður 10 skipum at nýta skovlváð, trol ella líknandi net við
meskum niður í 120 mm í veiðu eftir upsa. Eisini verður til 31. december 1983 gjørt tað
undantakið sum ein roynd, at serloyvi kann gevast hægst 7 navngivnum trolarum í
beinleiðis veiðu eftir upsa at nýta rundstroppar, soleiðis at fráleikin millum hvønn
rundstroppin er í mesta lagi 1 metur, at rundstropparnir eru festir í minsta lagi í
tveimum støðum uttan á trolposanum, at rundstropparnir eru úr sama tilfari sum í
posalínuni á trolposanum, og at rundstropparnir mugu ikki vera styttri enn 50% av
ummáti trolposans, mált við strektum meski tvørturum á posanum á tí staðnum, har
rundstroppurin er festur til trolposan.
3. stk. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur mát sambært 1. og 2. stk., skal vera fyri seg
sjálvan í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
4. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti
diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum lættliga
ganga gjøgnum meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð um meskamáting.
§ 5. Tá skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allurfiskireiðskapur
vera burturstúgvaður á sínum náttúrliga staði og trolwirar útsjeklaðir.
§ 6. Fiskur, ið ikki stendur niðan fyri nevnda mát, máldur fremst úr høvdinum til
aftast á stertinum, er undirmátsfiskur. Loyvt er ikki at hava tílíkan fisk um borð á
nøkrum skipi, men skal hann verða sleptur út aftur beinanvegin.
cm
Toskur (Gadus morhua) 34
Hýsa (Melanogrammus aeglefinus) 31
Kalvi (Hippoglossus vulgaris) 45
Reyðsprøka (Pleuronectus platessa) 25
Lálla (Clytoeephalus cynoglossus) 28
Tunga (Microstomus kitt) 25
Glaskvoysa (Lepdorhomus Whiff) 25
Hvítingur (Merlangus merlangus) 23
Sandsprøka (Limanda limanda) 15
Upsi (Pollachius virens) 35
§ 7. Brot móti reglunum í hesi kunngerð koma undir bót, og haraftrat kann allur
fiskireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar, línur, uppstandarar v.m. og fongur koma