Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Page 22
38
Nr. 11.
28. januar.
KUNNGERÐ
um
EEC-rovndarfiskiskap eftir blálongu á landleiðini í 1983.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1979 um fiskiavtalur við fremmand lond
hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. I tíðarskeiðinum til 31. juli og 1. november - 31. desember 1983 allir dagar
íroknaðir er loyvt upp til 15 trolarum, sum eru skrásettir og heimahoyrandi í EEC-
londunum, í senn at reka royndarfiskiskap í beinleiðis veiðu eftir blálongu við troli við
meskum ikki smærri enn 100 mm á leiðini sunnan fyri 61°30’00” N og vestan fyri
09°00’00” V, smb. hjálagda kortskjali.
2. stk. Fiskiskapur má ikki rekast á grynri sjógvi enn 500 m dýpi.
3. stk. Hjáveiða av øðrum fiskasløgum má í mesta lagi vera 15% av veiðunøgdini.
4. stk. Treyt fyri at inna fiskiskap eftir hesi kunngerð er, at skipið hevur serstakt
fiskiloyvi til hesa veiðu, og at skipið fylgir teimum reglum, ið annars galda fyri EEC-
fiskiveiðu eftir botnfiski á landleiðini.
5. stk. Skip í beinleiðis veiðu eftir blálongu sambært 1. stk. skulu boða Fiskivinnu-
stovuni frá, tá tey byrja og gevast við hesum fiskiskapi.
6. stk. Skip, sum hava rikið annan fiskiskap á landleiðini, skulu boða Fiskivinnu-
stovuni frá veiðuni flokkað eftir fiskasløgum og nøgd, áðrenn tey fara undir beinleiðis
veiðu eftir blálongu sambært 1. stk. Skip skulu somuleiðis, meðan tey fiska beinleiðis
eftir blálongu, dagliga boða frá veiðuni, flokkað eftir fiskasløgum og nøgd.
§ 2. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og harumframt kann allur
fiskireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar, línur og uppstandarar v.m. og fongur
koma undir konfiskatión. Skipið kann heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiski-
loyvið kann verða tikið aftur, um førarin av skipinum er skuldsettur fyri brot móti
reglunum í hesi kunngerð.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.
FØROYA LANDSSTÝRI, 28. januar 1983.
Olaf Olsen
landsstýrismaður
/Julianna Klett